Fótbóltur
Tað vóru tvey lið, ið sum so ikki høvdu alla verðina at spæla fyri, sum fóru á vøllin í Runavík sunnudagin. Bæði NSÍ og VB munnu hava slept vónini um at fáa heiðursmerki burtur úr hesum kappingarárinum, og hóast fjórða plássið kann bera Inter-Toto við sær, so tóktist hetta ikki vera nóg mikið til veruliga at seta partarnar upp móti hvørjum øðrum.
VB í fyrra
Í fyrra hálvleiki var tað serliga VB, sum beit frá sær, og hóast spælið mundi vera so hampuliga javnt, so vóru tað so avgjørt gestirnir, sum høvdu tær vandamestu royndirnar. Um tað var væntandi nærlagni, ella bert svartasta óhepni, skal ikki vera sagt her, men tað er so ein sannroynd, at hóast talan í fleiri førum var um heilt naskar royndir, so skuldi ganga meira enn hálvur tími, fyrr enn ein av møguleikunum hjá VB kastaði eitt mál av sær.
Tveir risamøguleikar vóru longu misnýttir, men tá Birgir Jørgnesen slapp at standa óvardur tætt inni undir málinum eftir hornaspark, fekk NSÍ ikki gjørt meira. Kanska átti Jens Martin at komið út eftir bóltinum, men hvussu var og ikki, so endaði alt við, at Birgir slapp at stúta í meskarnar.
NSÍ í seinna
Runavíkingar, sum á pappírinum høvdu tríggjar álopsmenn, men bert gjørdu nýtslu av einum í fyrra hálvleiki, tóktust vera meira uppsettir, tá farið varð inn til seinna hálvleik.
Við at seta ferðina upp og nýta síðurnar í uppspælinum, fingu teir nú lagt nógv størri trýst á vágbingar, men eins og tað í stóran mun var galdandi fyri vágbingar undan steðginum, so megnaðu runavíkingarnir ikki at umseta leikligu yvirvágina til mál.
Fleiri ferðir var vandi á ferð, men men Bjarni Johansen í VB-málinum var tó ein tryggur seinasti skansi, og dysturin fór alt meira at líkjast einum sigri til føroyameistararnar.
Runavíkingar góvust tó ikki á hondum, og hóast útjavnandi málið, sum teir at enda fingu, taldist millum tey meira tilvildarligu, so jmundu spælararnir tó ikki leggja tað stóra í hetta. Vágbingar tóktust annars at hava ruddað burtur, tá NSÍ hevði havt horna, men tá Ian Højgaard so lyfti bóltin inn aftur, stóð Djóni N. Joensen púrasta leysur við handaru stong, so hann uttan stórvegis himpr kundi smekka bóltin í málið. Vágbingar vildu vera við, at í øllum førum ein runavíkingur hevði verið rangstaddur, tá bólturin varð sendir inn aftur í brotsteigin, men hetta broytti so einki um støðuna.
Lív kom í
Høvdu teir undanfarnu 85 minuttirnir verið hampuliga linligir, so kom veruligt lív í seinastu løtuna.
Bæði liðini tóktust brádliga at vakna úr dvala, og talan gjørdist um heilan hóp av møguleikum, meðan liðini søktu á hvør sítt mál. Hin størsta fekk leikandi venjarin hjá vágbingunum, men einsamallur við tómum máli megnaði hann onkursvegna at senda upp um tvørstongina. Tá hetta ikki gav mál, mundi tað tykjast mest sum greitt, talan mátti gerast um javnleik, og sæð yvir ein kamb, so mundi hetta eisini vera á eini góðari leið.
Tað skerst tó ikki burtur, at bæði liðini mundu iðra seg um mistu stigini, heldur enn at fegnast um tað, sum tey høvdu vunnið. Soleiðis sum úrslitini í deildini lagaðu seg, hevði ein sigur viðført, at vinnarin kundi sett seg hampuliga trygt á fjórða plássið, og fyri vágbingar vildi tað nærum givið samband við bronsuplássið hjá toftamonnum.
Nú varð hetta so av ongum, men framvegis kann vera, at fjórða plássið, sum vágbingar eiga í løtuni, kann geva atgongd til Inter-Toto. Ein part av hesum kunnu teir sjálvir vera við til at gera av, tá teir í seinasta umfarinum taka ímóti B36 vesturi á Eiðinum á Vági.
Dysturin í tølum:
NSÍ-VB 1-1 (0-1)
0-1: Birgir Jørgensen 33
1-1: Djóni N. Joensen 86
Dómari: Suni Johansen (SÍF)
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Rúni Rasmussen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgard, Jónstein Petersen ? Brynjálvur Nielsen, Ian Højgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgard, Dánjal Hansen, Eddie Mikkelsen
VB: Bjarni Johansen ? Magni Jacobsen, Eyðun Jacobsen, Michael í Lágabø ? Palli Augustinussen, Gisli Sveinbjørnsson, Krzysotf Popczynzki, Marek Wierzbicki, Jón Pauli Olsen ? Birgir Jørgensen, Robert Ciezlewicz