Samanum
Í fjórði síðsta umfarinum gjørdu oddaliðini tað, sum tað kundi roknast við av teimum. At GÍ skuldi koma í somu trupulleikar í Vágum, sum B36 var við at koma sær í fyri tveimum vikum síðani, mundi fáur hava roknað við. Gøtumenn høvdu lært av Eiðis ferðini, sum kann fara at vísa seg at kosta teimum FM heitið og av B36 ferðini í Miðvági. GÍ vann 4?1, og sigurin var ongantíð í vanda.
Dagurin var einki serligur hjá vágamonnum. Samstundis sum teir taptu ímóti GÍ, kundu teir fylgja við í dystinum á Sandi, har heimaliðið vann sær trý stig, og harvið slapp sær av beinleiðis niðurflytingar sessinum, sum FS Vágar nú hevur yvirtikið.
Spurningurin er so, hvussu tað fer at laga seg. FS Vágar hevur síðani summarsteðgin víst, at tað eru ikki so fáir góðir spælarar í oynni. Jón Nielsen, Jack, Sonni og John Johansen (hesin seinast nevndi er tíverri fyri FSV skaddur), Tór?Ingar Akselsen og fleiri aðrir hava 1. deildarstøði.
Spurningurin er, um teir sleppa at halda fram í bestu deildini. Uppgávurnar hjá FSV eru eins torførar, sum tær eru hjá B71. FSV eigur B68 og HB á útivølli og KÍ á heimavølli. B71 eigur VB og GÍ á útivølli og NSÍ á heimavølli.
Í tungum sjógvi
Tað hevur verið spælt í landskappingini síðani í 1942. KÍ og HB hava í nógvum av árunum telvast um meistaraskapin, men nú er vent í holuni. Bæði KÍ og HB hava verið noydd at leggja rygg til eyðmýkjandi tap ímóti teimum, sum ikki hava verið roknað fyri at vera nakað. Aftur sunnudagin vóru dømi um hetta.
KÍ tapti fyri aðru ferð í ár á EB/Streymi, og B71 sigurin á HB ber við sær, at HB hevur fingið eitt og B71 fýra stig í innanhýsis dystunum teirra millum.
Komandi sunnudag skal EB/Streymur í Gundadal at spæla ímóti HB. Í HB mugu teir finna seg í, at hesa ferð verður EB/Streymur roknað at vera favorittur. Um EB/Streymur vinnur tann dystin, so verður HB á 8. plássinum, sum teir ongantíð áður hava verið á.
At KÍ og HB meiri ella minni eru steðgað upp kann gerast bjargingarlínan hjá vágamonnum. Tað er ikki so víst, at teir ikki fara at fáa stig, tá KÍ kemur vestur, og tá teir skulu í Gundadal at spæla ímóti HB, sum tað við søguni í huga kundi sæð út til.
Ein annar spurningur, sum verður við til at gera niðurflytingina av, er, um VB og NSÍ fara at hava somu motivatiónina at spæla, sum sandoyingar fara at hava.
Hóast B68 tapti í Gundadali, so tykist tað sum um teir sita rættuliga tryggir á bronsuni, sum teir ? um tað lagar seg væl hjá teimum ? kunnu tryggja sær endaliga, tá FS Vágar sunnudagin kemur á Svangaskarð.
B36 styrkti sína støðu
B36 sýndi ikki meistaraspæl í Gundadali, men teir vunnu, og harvið styrktu teir um FM møguleikan, sjálvt um GÍ eisini vann. Nú eru bara tríggir dystir eftir hjá B36 at kiksa í. Frammanundan vóru teir fýra, og tað var ivaleyst størst sannlíki fyri, at B68, sum ikki hevði tapt síðani summarsteðgin, skuldi spæla B36 eitt puss.
B36 skal sunnudagin til Klaksvíkar, og har fara teir ivaleyst at vinna. Einki er at ivast í, at KÍ fer at gera sítt fyri at mynda ein góðan og spennandi dyst. Men á Mølini á Eiði sást, at klaksvíkingar meiri ella minni eru sinniliga farnir í vetrarfrí.
At tað í altjóða høpi verður betri fyri KÍ, at B36 vinnur FM, enn at GÍ vinnur FM, er í hesum sambandinum ikki tað týdningarmesta. Hvørki KÍ ímóti B36 ella B68 ímóti GÍ annan sunnudag fara á vøllin við tí í huganum, at tey skulu geva mótstøðuliðnum sigurin. Soleiðis er tað bara.
Møguleikin fyri, at FM heitið verður plaserað longu komandi sunnudag er til staðar. B36 vinnur FM, um GÍ ikki fær fult ímóti HB í útsetta dystinum í annaðkvøld og ímóti NSÍ, og um árstalsfelagið ger arbeiðið hjá sær til lítar í Klaksvík komandi sunnudag.
Tað er heyst í luftini, og í fleiri feløgum leingjast teir eftir vetrarfrí frá fótbóltinum. Tað gera tey ikki í FS Vágum og B71 og í GÍ og B36. Í øllum feløgunum verður hugsað um, hvussu komandi kappingarár skal leggjast til rættis. Tað fara vit ivaleyst at frætta meiri um komandi vikurnar.