Skála hevur fatur í fyrstu deild

ÍF-Skála 1-0 (1-0)

Fuglfirðingar máttu á heimavølli lúta fyri einum betri skipaðum og betri stríðandi Skála-liði, og nú kámst vónin um uppflytanin í Fuglafirði


 

2. deild


Toppdystur var í Fuglafirði leygardagin, tá tveir av fremstu biðlunum til eitt pláss í fyrstu deild hittust í tí, sum fyri báðar partar var at sammeta við ein lagnudyst.

ÍF var undan dystinum á fremsta sessinum, og kundu teir við einum sigri tí halda allar trumfirnar í hondini, áðrenn teir í seinasta umfarinum skulu til Runavíkar at spæla móti teimum næstbestu hjá NSÍ. Skála lá undan dystinum á triðja plássinum ? tvey stig aftan fyri ÍF ? og høvdu teir tí eins stóran tørv á stigunum.

Javnleik kundi hvørgin parturin nýta til so øgiliga nógv. Hetta tí at fremsti sessurin so allar helst fór at ferðast til Tvøroyrar, har TB átti ein á pappírinum yvirkomiligan dyst móti LÍF.


Nýggjur málverji

Hetta merkti tó ikki, at liðini bæði fyrilitarleyst fóru í álop, tá dysturin varð blástur ígongd. Heldur varð denturin lagdur á ein væl skipaðan verjupart, fyri síðani at gera eina roynd at skapa ein kontrolleraðan offensiv.

Teir á heimaliðnum vóru kanska heldur minni varnir enn gestirnir fyrstu løtuna, men eftir at Skála tíðliga í dystinum hevði givið eina kraftiga ávaring, tá Ingi Hansen var um at gerast leysur, men hann heilkiksaði hálvfluktara úr góðari skotstøðu. Aðrar ferðir var um reppið, at skálamenn gjørdust heilt vandamiklir í kontrastøðum, men so við og við fekk ÍF betri tak á dystinum. Teir fingu lagt eitt meira støðugt trýst oman móti skála málinum, og onkuntíð varð talan eisini um heilt stórar málmøguleikar, uttan at úrslit tó spurdist burturúr.

Merkisvert var annars, at tað var Leivur Justinussen, sum hesa ferð vardi málið hjá Skálamonnum. Sum nevnt í týsdagsútgávu okkara, so var málverjin og venjarin higartil, rumenski Eugen Voda, sagdur úr starvinum eftir tapið fyri Sumba, og tí var neyðugt við nýggjum kreftum á hesum plássi. Tað skal eisini vera sagt beinan vegin, at Leivur sýndi frálík evni á plássinum. Hann stóð vanliga har, sum hann skuldi standa, og í fyrra hálvleiki hevði eina framúrskarandi bjarging, umframt at hann eisini í seinna hálvleiki hevði sítt at síggja til.


Skúladømi um kontrabólt

Yvirtakið, sum ÍF hevði miðskeiðis í fyrra hálvleiki, sá tó út til at minka nakað, sum hálvleikurin leið. Aloftast hevur tað verið soleiðis, at venjingarstøðan hjá fuglfirðingunum hevur verið betri enn hjá mótstøðumonnunumm men hesa ferð tóktist tað heldur at vera øvugt.

Skálamenn fingu flutt spælið nakrar metrar niðan frá egnum brotsteigi. Teir hildu áhaldandi fast um góðu stýringina í verjuni, sannleikin er eisini hann, at gestirnir skaptu fleiri málmøguleikar enn veritirnir seinasta korterið undan steðginum. Heimaliðið hevði framvegis spælið, men Skála royndi hinvegin at spæla sítt kontraspæl, og leiðslumálið var eisini eitt skúladømi um, hvussu hetta skal gerast.

Eftir at bólturin varð vunnin í verjustøðu, varð bert ein millumstøð nýtt, áðrenn bólturin varð sendir diagonalt inn um ÍF-verjuna. Pauli Hansen var skjótari enn nakar av ÍF verjuleikarunum, og tá Rúni Joensen kom úr ÍF-málinum, megnaði Pauli akkurát at prika bóltin fram við málverjanum og inn í tóma málið.


Brendu alt

Soleiðis vóru skálamenn á odda, tá farið varð út til seinna hálvleik, og serstakliga fyrstu løtuna av hesum tóktist hetta eisini at ørkymla fuglfirðingar. Skála hevði hesa løtuna einar tveir heilt góðar møguleikar at avgera dystin, men teir vóru ikki nóg neyvir í avgerandi løtunum.

Ístaðin komu fuglfirðingar alsamt meira inn aftur í dystin, royndirnar gjørdust alsamt naskari. At teir so kortini ikki megnaðu at skora, kann bara metast sum ein blandingur av svartasta óhepni, góðum málverja- og verjuspæla frá Skála og óneyvum avslutningum, men í øllum førum man tað vera soleiðis, at fuglfirðingarnir í dag iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at skora. Tapið merkti í øllum førum, at ÍF datt aftur á triðja plássið í kappingini, og nú skulu teir hava hjálp aðra staðni frá, um teir bara skulu fáa loyvi at spæla um uppflyting, og tað er so neyvan tað, sum teir høvdu vónir um undan dystinum.


Søguligur møguleiki

Skála liggur nú soleiðis fyri, at teir sjálvir skulu gera av, hvørt teir skulu vera við í telvingini um pláss í fremstu deildini komandi kappingarár. Har hevur liðið ikki verið áður, og er talan soleiðis um ein søguligan møguleika.

Teir eiga ein dyst eftir, og á heimavølli mugu teir metast sum risafavorittar ímóti KÍ, sum er á næst niðasta sessinum í deildini.

Sum nevnt omanfyri, so søgdu skálamenn rumenska venjaran upp í vikuni, og í fyrsta umfari gav hetta í øllum førum bonus, tí teir báðir nýggju ? Justinus Justinussen og Asbjørn Mikkelsen ? fingu ein sera, sera týðandi sigur fyrsta dystinum.

Skála hevur bert eitt ár í aðru deild á baki í hesum umfarinum, og spurningurin, sum fleiri seta sær, er helst, um liðið hevur nakað at gera í bestu deildini. Hóast tað enn ikki er greitt, um liðið kemur somikið langt, so ber longu til at staðfesta, at um so er, fer liðið neyvan at gera sær fyri skommum við bert at leggja rygg til stórtap.

Fyrst og fremst tí liðið tykist hampuliga væl skipað í verjupartinum, har Pauli Poulsen roynist væl sum stýrimaður, men takttiska organisatiónin er ikki einasta vápnið, sum liðið hevur.


Hondbólturin gevur nógv

Á Skála hava tey leingi verið von við ein leiklut í oddinum, tá tað ræður um ítrótt. Hóast tað er í hondbóltinum, at henda siðvenja skal finnast, so hevur hetta tó borið nakrar fyrimunir yvir á fótbóltin, sum telir fleiri av somu leikarum, sum um veturin spæla hondbólt. Nakað sum annars ofta hevur verið ein bági fyri fótbóltsspælið á vestara arminum á Skálafirðinum.

At orka at spæla fótbólt, er týdningarmesti liðurin á einum fótbóltsliði, og at flestu leikararnir venja alt árið inniber, at grundvenjingin altíð er í lagi. Nakað sum kemur til góðar, tá stig skulu berjast heim.

Týdningarmiklari er tó helst tann hugburður, sum leikararnir hava fingið frá hondbóltinum. Teir seta seg neyvan til sættis við at stríðast fyri einum níggjunda plássi, um teir koma í bestu røðina, og hetta ger, at stríðsviljin eisini er til staðar, tá tað ræður um at fanga trið- ella fjórðaftasta liðið á stigatalvuni.

Sjálvandi verður neyðugt við onkrum fremmandum styrki, men fer liði at røkka bestu deildini, er støðan ikki soleiðis, at Skálamenn mugu og skulu hava fýra góðar útlendingar, fyri at hava nakran møguleika. Eru teir hepnir í valinum, eru ein ella tveir helst nóg mikið.

Vandin hjá liðnum er sjálvsagt, at onnur og størri feløg fara at taka av arvasilvurinum, so sum tað ofta er hent fyrr. Best kenda dømið er helst John Petersen, men eisini aðrir leikarar, sum hava verið í fremstu røðini, hava traðkað barnaskógvarnar inni á Skála. Hesin vandin er sera stórur, tá liðið ikki er í bestu deildini, men megnar Skála hesa ferð at vinna seg upp, verður tann vandin í øllum førum nakað minni.


ÍF-Skála 1-0 (1-0)

1-0: Pauli Hansen