Leikbann
Kappingarnevndin hjá FSF hevði týsdagin fund, har tvey reyð kort til ávíkavist Jóhannis Joensen hjá HB og John Petersen hjá B36 vóru til viðgerðar. Í báðum førum høvdu dómararin
Reinsaður av mótleikara
John Petersen varð útvístur í útidystinum móti FS Vágum, eftir at linjuverjin hevði mett, at hann hevði skallað ein mótstøðumann. Seinnapartin týsdagin fekk leiðslan í B36 boð um, at John Petersen ikki fær longt leikbann fyri hendingina. John Petersen var ikki á vøllinum, tá B36 sunnudagin leikti heimadyst móti B68, og sostatt er leikbann hansara longu runnið.
Eftir tí, sum Sosialurin hevur skilt, vóru fleiri orsøkir til, at dómurin til John Petersen ikki var harðari. Dómaraeygleiðari var til dystin í Vágunum, og frágreiðingin hjá hesum hevur helst greitt talað til fyrimuns fyri John Petersen. Eisini hava vit skilt á lagnum, at leikarar á mótstøðuliðnum eftir at dómarafrágreiðingin varð send inn hava givið til kennar, at teir ikki mettu brotið hjá John at vera somikið ógvusligt, at talan skuldi verða um leikbann í fleiri leikdagar.
At John Petersen og B36 so eisini hava givið sína frágreiðing av støðuni, hevur saman við omanfyristandandi viðført, at FSF ikki fer at gera meira við hetta málið, hóast brotið í dómarafrágreiðingini varð mett sum »ógvuliga álvarsamt«.
Fýra dagar
Hjá Jóhannis Joensen gjørdist talan hinvegin um herda revsing, men líkamikið, hvørja avgerð kappinarnevndin hevði komið til, skuldi Jóhannis verið úti í tveir dystir, tí hann fyrst hevði trý gul kort og síðani beinleiðis reytt. Ein av hesum dystum hevur hann longu sitið av sær, og tískil fær landsliðsleikarain verið við, tá HB í seinasta umfarinum tekur ímóti FS Vágum.
Ivaleyst vóru tey í HB bangin um, at revsingin til Jóhannis fór at verða harðari enn teir fýra dystirnar, sum kappingarnevndin nú hevur ásett.
Tað ljóðaði nevnliga, at Jóhannis var skuldsettur fyri at hava stútað dómaran, og um so var, hevði hamarin helst fallið ógvuliga hart. Sum vit hava skilt á lagnum, hevur Jóhannis tó fingið fýra daga leikbann fyri atburð sín mótvegis dómaranum, eftir at hann fekk reyða kortið, tá hann við veipandi ørmum tóktist hava hug at gera seg inn á dómaran.
Hvørki í B36 ella HB tykjast tey vera sinnað at gera nakrar serliga viðmerkingar til málið, men sum skilst ætla allir partar í málinum at góðtaka avgerðina hjá kappingarnevndini.










