Gunnar skeyt HB úr kreppuni

HB-EB/Streymkur 1-0 (0-0)

Fyri fyrstu ferð hálvan triðja mánað fekk HB øll trý stigini, og ikki heilt óvæntað gjørdist afturvendi Gunnar Mohr hetjan hjá havnarliðinum

 

Fótbóltur


Kravið hjá HB var einfalt undan dystinum móti EB/Streymi sunnudagin. Tað er kanska at taka munnin ov fullan, at ein sigur vildi taka liðið úr sváru kreppuni, sum hevur herjað í ár, men undir øllum umstøðum vildi eitt tap verið verið ein viðgonga av, at kappingarárið 2001 var hitt daprasta í 97 ára longu søgu felagsins.

Hjá samansettu uppflytarunum var støðan nakað øðrvísi. Fáur hevði undan kappingarbyrjan roknað við, at teir fóru at gera stórt annað at stríðast undan niðurflytingini, og tí kundu teir fara frígjørdir á vøllin til trið seinastu uppgávuna á árinum. Spæla sítt spæl, og so vóna at hetta var nóg mikið til at skapa enn eina sensatión, um mann áhaldandi kann kalla góðu úrslitini soleiðis.


Gestirnir skelkaðu HB

Kanska trýst av neyðini, so var tað HB, sum legði meira bragdliga fyri. Tað sá nærum út til, at teir royndu at sjokkbyrja, men eftir at Sorin Anghel hevði givið onkrar royndir um framúrskarandi bóltførleika sín, gjørdust vertirnir alt meira varnir við at tveita fólkið langt niðan á vøllin.

Tískil gjørdist størsti parturin av dystinum ein av tí heldur tama slagnum, har langt var ímillum møguleikarnar, tí liðini bæði aloftast vóru væl mannað í verjupartinum, og tískil ikki høvdu so stórar trupulleikar av at temja álopsroyndirnar.

Nakrir møguleikar vóru tó at síggja, og her vóru tað gestirnir, sum vóru teir vandamimestu. Fyrstu veruligu royndina skapti Sorin Anghel, tá hann dróg seg leysan í høgru, áðrenn hann við einum sera neyvum innleggi fann kokrakaða kollin á Andrzej Pacek, men Pól Næs Joensen var sum ein køttur uppi í horninum, tá pólverjin stútaði.

Nakað seinni átti Pætur Dahl at givið HB leiðsluna, men einsamallur við málverjanum misnýtti hann tilboðið, og í framhalandi álopinum skeyt Allan Mørkøre millimetrar út um handara stólpan.

Teir á heimaliðnum vóru tó ikki teir einastu at misnýta, og eftir at Pól fyrst hevði spælt eyka sweepari, tá Sorin var um at koma leysur, hótti Ronnie Samuelsen við at bróta tværtræið, men alt til onga nyttu.


Gunnar kom á vøllin

Málleyst var, tá liðini fóru til hálvleiks, og leingi var eisini líkt til, at hetta skuldi gerast endaliga støðan. Hvørgin parturin skapti tað heilt stóra, og tað hvørgin parturin tóktist hava leikarin, sum kundi umseta støku málmøguleikarnar til mál.

Seinastu dystirnar hevur HB tó gjørt nýtslu av einum trumfi. Hóast HB hevur tapt teir báðar seinastu dystirnar, so hevur veteranurin, Gunnar Mohr, skorað í teimum báðum, og tá hálvur tími var eftir, varð hann sendir inn á vøllin.

Hóast orkan at renna ikki er hin sama, sum hon onkun tíð hevur verið, so tita beinini títt, meðan orkan er til staðar, og máltevinum bilar so als einki. Besta prógvið um hetta fekst, tá Gunnar hevði verið á vøllinum í eitt korter. HB var í álopi í vinstru síðu. Í fyrstu atløgu kom bólturin ikki inn, men í næstu atløgu smekkaði Allan Mørkøre aftur um seg. Bólturin kom siglandi niður við nærmaru stong, og sum mest náttúrliga tingið í allari verðini var Gunnar á staðnum og stýrdi bóltinum inn.

Hetta gjørdist einasta málið í dystinum, og tað var sum so ógvuliga hóskandi. Gunnar átti kanska at skora eina ferð afturat, men ta ferðina fór skotið uppum, og burtur sæð frá hesum, so vóru eingir veruligir málmøguleikar afturat í dystinum.


Ikki lidnir enn

Hóast sigurin á ein hátt lyfti HB burtur úr svárastu kreppuni, so sýndi dysturin eisini, at enn er langt á mál, áðrenn kreppan er loyst.

Skaðar og leikbann hava meira ella minni oyðilagt seinastu tríggjar til fýra mánaðirnar hjá liðnum, og ivaleyst gleða leikarar og venjari seg til at byrja av nýggjum komandi ár.

Áðrenn komið er somikið langt, at farast kann í vetrarfrí, hevur liðið tó tvær uppgávur eftir. B36 og FS Vágar standa á skránni tey bæði seinastu umførini, og einki er at ivast í, at tað serliga er dysturin móti grannunum, sum tekur nógv pláss í reyð/svarta hugaheiminum. Tað var nevnliga júst í hesari uppgerðini, at HB í fjør misti takið á vágbingunum í oddinum, og hóast B36 nú hevur tveir match-bóltar, er einki at fara skeivur av, at í HB vilja tey so ikki, at tað skal vera ímóti teimum, at grannarnir verða skýrdir meistarar.


Dysturin í tølum:

HB-EB/Streymur 1-0 (0-0)

1-0: Gunnar Mohr 75

Dómari: Dagfinn Olsen (NSÍ)


HB: Pól Næs Joensen - Ingi Rasmussen, Jón Rói Jacobsen, Rógvi Jacobsen, Janus M. Joensen - Allan Mørkøre, Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting - Bárður Mortansson, Pætur M. Dahl

EB/Streymur: Gunnar á Steig - Alfred Jacobsen, Ólavur Poulsen, Christian Carlsson - Eyðfinnur Joensen, Ronnie Samuelsen, Jákup Martin Joensen, Andrzej Pacek, Knút Vesturtún - Jón Sigurð Gleðisheygg, Sorin Anghel