Gullkvinnurnar spæla

-

 



Týskvøldið kunnu klaksvíkingar uppliva nýkosnu føroyameistararnar í kvinnufótbólti.

Fyri eini góðari viku síðani endurvunnu kvinnurnar hjá KÍ føroyameistaraskapin, og hóast KÍ hevur tveir dystir eftir at spæla, kann eingin fáa tær aftur.

Týskvøldið klokkan 18.00 spæla KÍ-kvinnurnar útsettan dyst ímóti B68 í Klaksvík. Komandi leygardag verður seinasti dysturin á árinum, tá HB kemur á vitjan í Klaksvík.