strevnu og mangan vandamiklu túrarnar um veturin í øllum veðri røddi hann ikki so nógv um, men hann tók alt við tolni, og høgra hond visti ikki altíð, hvat vinstra hon gjørdi! Okur øll, sum starvaðu saman við [...] uppgávur, sum hann síðani gjøgnumførdi uttan nakran háva á sín vanliga, stillføra hátt. Okur øll í skúlanum hildu avbera nógv av Niels Jákupi, og okur fara altíð at sakna hann. Okra tankar leita til tykum
har slapp hann at vera einsamallur fyri mær. Pabba elskaði havið, og havið var hansara arbeiðspláss alt lívið. Hann fór fyrsta túrin, sum 13 ára gamal til Grønlands við Skt. Jacques. Hetta prátaði hann ofta [...] stoltari, um hann slapp sína seinastu ferð inn eftir Vágsfirði. Tá ið líkbilurin kom vestur mótir skúlanum í Vági, dreygaði hann oman kaj-brekkuna og vestur eftir kajuni har hann steðgaði við Saturn IV og [...] og arbeitt víðari. Hann man hava fingið so mangt ælið yvir seg. Til seinast vil je takka mammu fyri alt tað hon hevur verið fyri pabba og alla familjuna. Hon hevur verið pabba ein ómetaliga góður stuðul
gera handligt húsavarðaarbeiði, vaska, røkja og bøta um – tað var líka mikið. Kristinn dugdi alt og vildi alt. Hann var ikki smáligur, men hjálpti øllum og hjálpti til við øllum. Tað var bara hálvtalað [...] ov fátøk til at siga frá okkara djúpu kenslum, samkenslum og hugsanum, nú Kristinn er farin alt ov brátt og alt ov tíðliga í góðum árum. Friður veri við minninum um okkara kæra starvsfelaga og vin – Kristinn [...] Kristinn hava verið saman til at kalla allar fótbóltsdystirnar, og fótbóltsprátið og -veddingin á skúlanum hava verið hugalig ítriv. Vit fara at sakna Kristinn, hansara skemtingarsemi og gamanslyndi, hansara
námsferðum og eisini uttan skúlans gátt. Øll hava vit bara góð minnir um hana og kunnu bara bera henni alt gott. Hon fór blaðung niður til Danmarkar og tók studentsprógv í Silkeborg í 1958. Haðan legði hon [...] Ágrýtin og skilagóð sum hon var, gjørdi hon lesnaðin burtur av sær og fór heimaftur til Føroya og var skúlanum í Hoydølum ein framúr góður og umtóktur lærari øll hesi mongu árini, til lívsdagar hennara so brádliga [...] Skemtingarsom var hon eisini, og henni dámdi væl at stuttleika sær saman við næmingum og lærarum bæði í skúlanum, heima og í veitslum. Tú hvørki »snakkaði« ella sleygaði við hana, tí tað hvørki tímdi hon ella
tá onkur í familjuni tørvaði einhvørja hjálp. Tað var so lagaligt hjá børnunum, tá tey komu úr skúlanum at fara niðan á Tinghúsvegin, um tað ikki lá fyri at fara heim beinanvegin. Húsini vóru altíð opin [...] mismunur gjørdur móti nøkrum, og sonur mín var sum ein av teirra. Til stóra sorg fyri øll, doyði Jógvan alt ov tíðliga av sjúku, bert knappa viku eftir at dóttir okkara, ið nú er 11 ára gomul, varð fødd. Kamma
ja - so kundi henda at hon fór upp kl 6 á morgni so hon var vís í at hava alt klárt til tíðina. Omma var røsk og vildi hava alt ordna í góðari tíð. Í betri árum var hon av raskastu konum í fiskaarbeiði [...] skúli á bygd í Føroyum varð bygdur í Miðvági í 1830, og hevur ættarfólk hansara síðani verið rópt "í Skúlanum", tí tey eru uppvaksin har. Framvegis eru ættarfólk í hesum yrki í Miðvági. Jütta giftist 6. desember [...] Clement. Omma segði um abba og brøður hansara, at sera gott samanhald millum brøðurnar. Teir áttu alt í felag og róku virki niðri á Bakka. Teir fingust við handilsvirksemi og høvdu turkihúsið. Ættarbondini
. Sjálvt um vit vistu, at hann ynskti at koma heim til sín faðir, sum hann so trúliga hevði fylgt alt sítt lív, er saknurin eftir okkara pápa sera stórur, ikki minst fyri teg góða mamma. Vit sum vóru um [...] at seta ymiskt í verk. Í heimbygdini Rituvík hevði hann stóran áhuga fyri teimum ungu. Í tí gamla skúlanum í bygdini, sum var eitt samlingsstað hjá teimum ungu, setti hann ymisk tiltøk í verk. Børnini í
fína íbúð, fingið vinfólk og tað gekk tær væl í skúlanum. Tað gekk ikki bara væl, tað gekk super, tú vart ein tann besti næmingurin, ið hevur gingið á skúlanum. Ikki nokk við tað, so vart tú so væl dámdur [...] vóru minni borðbar enn onnur, men tú tordi altíð at blaka teg út í okkurt nýtt. Hóast tú ert farin alt alt ov tíðliga frá okkum, so gleðist eg um, at tú endaði á toppinum, at tú endiliga tók teg saman og [...] stóran týdning fyri teg var Eyðfinn. Alt var Eyðfinn og tú vart so góður og stoltur av honum. Og hjá Eyðfinn var tú hetjan og fyrimyndin, og Jógvan góði, vit skula gera alt fyri at halda minnini um teg á lívi
menn sigldu mest sum alt árið. Sum aðrir dreingir fór hann at finna sær gentu. Ikki fór hann langt. Nei, tað bleiv ein gjáargenta hinumegin ánna, sum hann fekk sera stóran tokka til: Alt lívið var hann ongantíð [...] Jógvan var føddur við Gjógv, sonur Jóhan Joensen í Blásastovu frá Gjógv og Jørginu f. Mørkøre úr Skúlanum á Eiði. Hann var elstur av trimum systkjum. Tvær systrar komu aftaná. Hann var fimm ára gamal, tá [...] helst eisini í dag. Hugur hansara til sjógvin varð soleiðis vaktur frá barnsbeini og kom at vera tað alt lívið. Hann kundi taka til, at kemur einki upp úr sjónum, so er svangligt við Gjógv. Jógvan Sofus fór
skúlaskapur”. Hann legði eisini stóran dent á trivnaðin. Hugnaligur var altíð seinasti skúladagur, tá ið alt skúlayrki var frá hondini, og tey bæði Jeffrei og Kirstin buðu øllum starvsliðnum heim til sín í H [...] føroyskum á Læraraskúlanum. Hann var góður samstarvsmaður og altíð hollur í ráðum. Tá stovnaðu vit á skúlanum dansifelagið ”Grana” og fóru dansiferðir um landið. Jeffrei skipaði eisini fyri barnadansi í Havn