Minningarorð um Rasmus Rasmussen, Tórshavn

Føddur t. 14. 7. 1980 og deyður t. 10. 10. 2012

Ein føroyingur í Føroyum er farin.

Hósdagin t. 10. 10. 12 tók Rasmus lívið av sær í Plantasjuni í Havn, í niðara dunnuhyli.
Til tíðir kann tað vera ein lætti, at deyðin kemur, men soleiðis er ikki hesa ferð - sum so mangan. Rasmus var alt ov ungur at fara.
Vit møttust fyrstuferð í sambandi við eina veitslu í Keypmannahavn í 1999, har vit vóru 19 føroysk samkynd, sum hildu eina góða veitslu.
Rasmus, tá 19 ár, hevði hoyrt um veitsluna og tók sær frí frá skúlanum fyri at vera við, men fyri ein okkara er veitslan at enda komin.
Seinri hittust vit nakrar ferðir í Keypmannahavn saman við nøkrum føroyskum samkyndum, og hevur hann eisini meylað til mín av og á.
Seinri kom hann til Danmarkar fyri at royna at finna sær arbeiði og at koma burtur frá Føroyum fyri at sleppa at liva eitt vanligt og gott lív.
Hóast hann tóktist hava tað gott, longdist honum heim til Føroya, og hann leitaði sær heimaftur.
Hann var heldur lítlillátin, men var kortini árvakin, tí eyguni og andlitið glógvaðu sum sólin, tí hann visti, hvat hann vildi.

Í Føroyum var í byrjanini av 2000 talinum og fram til 2006 , men eisini nógv ár frammanundan, nógv kjak um rættindi hjá minnilutum og serstakliga samkyndum í sambandi við kjakið um lóg um mismun og happan av minnilutabólkum. Her verður serliga hugsað um lógina 266b, har nógv harðrend orð frá løgtings limum, prestum, trúboðarum og øðrum frá ymsum sektum vórðu løgd fram alment og eisini frá Løgtingsins røðarapalli, í kirkjum og sektum. Áðrenn lógin varð góðtikin í 2006, bar ikki til at saksøkja fyri hetta.
Orð hava makt, og tað vita tey flestu eisini fólk í Landsstýrinum, løgtinginum, í kirkjum og sektum.
Í 2006 var Rasmus fyri tí tilburði at verða álopin og illa sligin í býarlívinum í Havn av ungum monnum, sum ikki dámdu samkynd og tí heldur ikki Rasmus.
Síðan henda tilburð hevur Rasmus verið sálarliga illa fyri, og hann kom ongantíð heilt fyri seg aftur.
At hann var veikur áðrenn, hevur ikki gjørt lív hansara lættari.

Hví løgdu teir ungu menninir eftir Rasmussi í 2006?
Var tað tí, at teir vóru føddir til at gera øðrum ónáðir?
Vóru teir stimbraðir heimanífrá, í skúlunum ella frá umhvørvinum til at fremja hesa gerð?
Gjørdu teir tað, tí orð, tala og skriving hjá løgtingslimum, prestum, trúboðarum og øðrum ”sálarhirðum”stuðlaðu teimum til at útinna hetta avrik?
Avrikaðu teir tað, tí tað alment heima í Føroyum er góðtikið at happa minnilutar og fólk, sum ikki klára seg so væl í Føroyum - eins og aðrastaðni?
Ella var tað bara av tilvild?

Í einum felagsmeyli til familju og vínfólk skrivaði tú, Rasmus, í 2006 millum annað:
Góðu tit øll.
”Eg eri sum tit nokk vita enn á Deild 2. Her er gott at vera. Sjálvt um eg havi verið her í fýra vikur nú, so eri eg ikki vorðin troyttur av at vera her sum so. Eg kenni meg tryggan her, og her er so deiliga friðarligt og rúmligt….”
”Men eg hugsi sjálvandi um, at tað er rotið, at eg ikki kenni meg tryggan við at fara út í mín gerandisdag aftur. Eg sakni at fara í ball saman við vininum og at fara á bar í býnum at hitta kenningar….”
”Somuleiðis sakni eg, at ganga runt í Havnini í mínum vanligu ørindum og njóta ta frísku luftina, og allan tann vakurleikan, sum er at síggja allastaðni, bara man gevur honum ans….”
”Høvdu hesi fórdómsfullu og freku fólkini bara ikki verið í Havn, men í Lítlu Dímum ella onkra aðrastaðni. So hevði eg nokk gingið míni vanligu ørindir nú, ístaðin fyri at sita her og skriva um tey.”

Álopið á Rasmus fekk Løgtingið at rakna við, soleiðis at stríðið hjá løgtingsmanninum og vinmanninum, Finni Helmsdal sála, og øðrum løgtingslimum vann frama við at fáa lógina 266b móti mismuni og happan av minnilutum samtykta, og sum elvdi til, at hon var viðtikin.

Hóast foreldrini, Mortan og Kirstin, heima og alment, systkin, familja, vinfólk og onnur og eisini arbeiðsfólk á sálardeildini hjálptu tær, so eydnaðist tær ikki at fóta tær aftur.
Vit eru fleiri samkynd og hinskynd, tíni foreldur, 4 systkin, familja heima og í Danmark, sum í sorgini minnast teg við gleði, og vónandi fara tey góðu minnini at geva troyst og stuðul í framtíðini.

Tøkk fyri tað, tú hevur gjørt fyri okkum og eisini fyri tín tónleik, og fyri at tað untist okkum at møta tær.

Vónandi fara vit samkyndu at fáa full samfelags rættindi í Føroyum skjótt, tí skyldurnar hava vit eins og onnur.

Eitt gott land er eitt land, har bæði sterk og veik kunna liva í friði, fáa hjálp eftir tørvi og eisini kenna seg væl.
Orð hava vald!
Í Bíbliuni hava vit lært, at kærleikin er størstur og ikki hatur og ei heldur líkasæla.
Ærað veri títt minni og samkenslu sýna vit tínum foreldrum, tínari familju og vinfólki tínum.

------------
Bogi Dánialson Davidsen, samkyndur føroyingur í Danmark, føddur sum tú í Havn.