Leygarmorgunin, 23. februar, bórust tey feigdarboð, at Niels Jákup var ikki meiri okra millum, hann var brádliga farin, bert 58 ára gamal. Hetta vardi ongan okra, sum væl hýrdir skiltust fríggjadagin á veg heim at halda vikuskifti, at longu leygarmorgunin hevði deyðin lagt sína køldu hond á ein av okra starvsfeløgum og vinum.
Niels Jákup segði sjálvur, tá hann fór út gjøgnum dyrnar: “Eg koyri skúlalyklarnar í taskuna, so eru teir klárir til mánamorgunin!” Men soleiðis skuldi ikki verða.
Niels Jákup hevði annars ætlað sær at arbeitt til hann fylti 60 ár og so farið frá við eftirløn.
Niels Jákup var føddur í Sørvági sum elstur av fýra brøðrum. Foreldrini vóru Olea og Jákup Pauli Nielsen, hon úr Sørvági, og hann úr Fámjin. Pápin fekk starv sum politistur í Vági, og tí kom Niels Jákup at vaksa upp í Vági. Aftaná skúlagongdina, sum endaði við realskúlaprógvi, var hann til skips í uml. 2 ár. Síðani fór hann á Føroya Læraraskúla í Tórshavn, haðani hann tók prógv í juni mánaði 1975.
Hann røkti so vikarstarv í Tvøroyrar skúla í eitt ár, 1975/76. Síðan fekk hann starv í Vágs skúla, og har starvaðist hann í nøkur ár. Hann spældi fótbólt og var við á besta liðnum hjá VB í fleiri ár.
Niels Jákup giftist Elini, sum er ættað úr Mikladali, og búsettust tey í Fámjin, har Elin eisini var lærari og nú er borgarstjóri. Niels Jákupi dámdi sera væl í Fámjin, har hann hevði sínar røtur og ein hóp av góðum minnum frá barnaárunum, sum stóðu fyri honum sum nakað av tí virðismiklasta, hann átti.
Tey fingu eina dóttur, Bergtóru, og fyri stuttun var abbadóttirin fødd.
Í 1985 kom Niels Jákup aftur til Tvøroyrar skúla, og her hevur hann so starvast til sín seinasta arbeiðsdag.
Sum lærari undirvísti Niels Jákup í høvuðsheitum í fremmandum máli, enskum og serliga í týskum. Hann undirvísti eisini í kunningarlærugreinunum, og har var tað serliga lívfrøðin, sum hevði hansara stóra áhuga. Niels Jákup hevði ógvuliga stóran áhuga fyri náttúruni, honum dámdi væl at fáast við seyð og livdi annars við í øllum tí, sum hoyrir lívinum til í einari bygd sum Fámjin. Sum fjallmaður fer hann at verða saknaður, tí nú fækkast teir, sum ganga í rókunum vestanfyri. Hann fór sum oftast tíðliga frá húsum um morgnarnar, so hann hevði tíð til at eygleiða seyðin og fuglalívið í haganum á veg til arbeiðis. Og sjálvandi ríkaði hann bæði næmingar og starvsfelagar við sínum frágreiðingum frá sínum mongu eygleiðingum á hesum túrum. Men teir strongu, strevnu og mangan vandamiklu túrarnar um veturin í øllum veðri røddi hann ikki so nógv um, men hann tók alt við tolni, og høgra hond visti ikki altíð, hvat vinstra hon gjørdi!
Okur øll, sum starvaðu saman við Niels Jákupi, kendu hann sum ein stillføran mann. Hann var altíð tann sami – róligur og siðiligur. Hann gjørdi ongantíð nakran háva burtur úr sær sjálvum. Niels Jákup var ein hampamaður og var altíð blíður at tosa við. Tú fekk mangt eitt hugnaligt prát við hann. Álítandi og nærlagdur var hann sum fáur og góður at heita á. Meira enn einaferð hevur skúlin heitt á hann at loysa truplar uppgávur, sum hann síðani gjøgnumførdi uttan nakran háva á sín vanliga, stillføra hátt. Okur øll í skúlanum hildu avbera nógv av Niels Jákupi, og okur fara altíð at sakna hann.
Okra tankar leita til tykum, sum hava mist, til Elina, Bergtóru, Birgir og didduna og annars mammuna, ið situr á Sambýlinum í Vági, og so brøðurnar og familjuna hjá Niels Jákupi annars. Má hann, sum øllum valdar, styrkja og troysta tykum í tíðini, sum kemur.
Friður veri við minninum um Niels Jákup Nielsen.
“Ígjøgnum deyðans døkku lond
eg djarvur ganga kann,
hann leiðir meg við síni hond,
sum deyðan yvirvann.
So undurfull, so dýrabar
hans miskunn til mín røkk,
og sum hon aldri enda fær,
ei enda skal mín tøkk.”
Starvsfelagarnir