Leygardagurin 14. juni 2014 er ein dagur sum vit minnast aftur á sum ein syrgiligan og tungan dag.
Vit fýra vóru í gongd við ymiskt tann dagin og veðrið var ótrúliga gott. Knappliga vendi dagurin til ein myrkan dag. Vit fingu at vita at tú babba var deyður í eini ferðsluvanlukku í Kollafjarðatunlinum. Alt steðgaði upp. Kundi tað virkuliga passa at tú vart deyður.
Jú tað passaði tíverri, og vit gingu eina harða og syrgiliga tíð ígjøgnum. Tíbetur høvdu vit hvønn annan, sum vit kundu tosa við, flenna við og gráta við. Tað hevur hjálpt okkum væl.
Babba, tú vart eitt ótrúligt menniskja. Altíð frískur og glaður, og altíð klárur við onkrari speiskari viðmerking. Vit minnast so nógv frá okkara tíð saman, at tað er ringt at takað nakað fram um annað. Minnini um tínir flottu, lekru og reinu bilar stendur sterkt hjá okkum. Tað er ongin ivi um, at okkara áhugi fyri bilum er komin frá tær. Tað er ikki ein og hvør sum fer at skifta dekk 3 ferð um dagin, men tað gjørdi tú. Skifti veðrið frá frost til heitari, so skifti tú dekk eftir tí, og tað kundi vera fleiri ferðir um dagin. At vaska bil var sum eitt spæl hjá tær. Mangan segði tú, at hatta var títt arbeiðspláss, og har brúkti tú nógvar tímar, og tí vildi tú hava tað reint og orduligt.
Tú gekk nógv uppí okkum og hvat vit gjørdu. Tú fylgdi okkum í skúlanum, undir útbúgving og til ítrótt og mangt annað. Tú vart so sera stoltur av, at vit øll fýra høvdu fingið eina útbúgving og eitt gott arbeiðið. Altíð segði tú við okkum, hvussu umráðandi tað var at fáa eina útbúgving og eitt gott arbeiðið.
Ein maður við nógvum orðum vart tú eisini. Tú prátaði við hvørt menniskja tú møtti. Høgum sum lágum. Altíð segði tú, at vit vóru øll menniskjur og tú kundi práta við øll. Tað kundi tú heilt sikkurt eisini. Hetta sá man eisini í tí stóru fjøldini sum fylgdi tær til tín síðsta hvíldarstað. Tú kendi nógv fólk og kom øllum við.
Tíðin har tú vart formaður í HB var sera spennandi. Tú, sum bara hevði verið hýruvognsførari og onga útbúgving hevði, fekk nú eitt annað spennandi og gevandi starv. Hetta røkti tú við ágrýtni og nærlagni. Tú gekk uppí HB við lív og sál. Ordan skuldi vera í tingunum, og tað var tað eisini. Hesa tíðina og hesa uppliving vart tú ótrúliga glaður fyri at hava upplivað.
Tíverri bleivst tú raktur av herviligari sjúku. Vit hava eina mammu, sum hevur verið rakt av ringari sjúku í nógv ár, og knappliga stóðu vit nú eisini við einum sjúkum pápa. Tað var hart. Mangan vart tú keddur og knústur yvir hetta, og tað sama vóru vit. Tú vart ungur og væl fyri enn, og tí kom hetta illa við. Vit minnast tá tú segði, at tú vildi kempa og vildi ikki geva upp, men fór at takað hvønn dag sum hann var, tí vit eiga bert dagin í dag, sum tú so ofta segði. Hetta eydnaðist væl hjá tær, og tú kempaði og royndi at vera frammi hvønn dag og gera ymiskt. Summir dagar vóru svartir, men tú kom altíð aftur. Tú royndi at stríðast. Tíverri kom sjúkan meira og meira fram. Ringast var nokk, tá vit og ikki minst tú máttu ásannað, at hýruvogn kundi tú ikki koyra longur. Tað sum tú alt títt lív hevur gjørt, og ikki hevur kent annað. Hetta var stór sorg hjá tær og hjá okkum.
Góði elskaði babba. Vit saknað teg ómetaliga nógv, og høvdu ynskt at vit høvdu fingið meira tíð saman. Vit høvdu ynskt at Óluva, Elia og Jósef høvdu havt abba sín longur, men so skuldi ikki vera. Tíðin var komin. Tað er hart at vita, at vit ikki síggjast longur, ella at man kann ringja til tín og hoyra hvat tú gert ella biðja teg koma forbí til kaffi. Vit saknað at síggja teg koma koyrandi við tínum hýruvogni, og vit saknað títt lætta lyndi. Men babba, vit hava nógv góð minnir, sum vit goyma væl, og sum vit ongatíð fara at gloyma. Vit elska teg babba. Virgar, Jørgen, Laila og Allan
|