Minningarorð um flokkslærara mín

Bjarna í Sjúrðargarði

Góði Bjarni
 
Tá mamma við gráturødd sunnukvøldið segði mær, at tú var deyður, skilti eg ikki hví so skuldi verða. Tú hevur verið mín flokkslærari og meir enn tað, og fari fyrst at takka tær fyri alt tað tú gjørdi fyri meg og okkum.
 
Vit vistu øll, at tú var vorin álvarsliga sjúkur, men vit væntaðu at tú kom aftur at undirvísa okkum.
 
Tú og hinir lærarar okkara gjørdu útferðir, túrar og vit flettu saman, sera áhugavert at hava slíkar persónar sum leggja okkum í geyma hvar maturin á borðinum kemur frá.
 
Nú ert tú farin, og vil eg minnast teg sum tann tú var, ein góður lærari, ein sera fittur flokslærari og ikki minst ein ið mamma og babba kundu tosa við um alt í fyrifórst í skúlanum, í heiminum og ikki minst tá vit ferðaðust saman.
 
Vit skulu ikki ferðast saman meir,  tín síðsta ferð er nú komin, vit fara at saknað teg góði Bjarni, men eg veit at tú og eg møtast aftur ein dag. Eisini veit eg, at tú nú ert saman við okkara mistu, har ið sorg og sjúka ikki nívir.
 
Takk fyri tað tú hevur verið fyri meg, og hvíl í friði góði Bjarni.
 
 
Heidi