ógvuliga fólkatómt út umborð á Barsskor henda hósdagin. Klokkan er vorðin 13:20, og vit hava júst loyst frá landi í Klaksvík. Á dekkinum stendur eittans ferðafólkið - ein maður, sum er á veg til arbeiðis í Mikladali [...] verða lætnir aftur kanska longu í summar. Á Húsum er kortini bygdarskúlin væl koyrandi. Johanna Maria kundi tí, eins og hini børnini á Húsum fara í 1. flokk á sinni í tí lítla, men hugnaliga bygdarskúlanum [...] ein ung genta, sum situr á beinkinum og lesur í einum blaði. Hetta er Johanna Maria Isaksen, sum er ættað av Húsum. Hon gongur í 10. B í Klaksvík, og er nú liðug við skúlan og er á veg til hús við Barsskor
dagurin á heysti í Keypmannahavn, tá eg hoyri Regin Dahl so melankolskt syngja vøkru yrkingarnar hjá Janusi, minnir meg um træið á Garði, sum Janus nógv ár seinni, ofta saman við øðrum, sum eldri maður, plagdi [...] melankolikus, sat mangan á kamarinum hjá Jørgen-Frantz á Regensen í Keypmannahavn og resiteraði yrkingar, meðan hann gjørdist meiri og meiri gløðandi andfullur, og fullur, so at hann av og á sovnaði. Tá Janus [...] hugsa aftur á ungdómin. Enn gongur dansur um lyngin, syngur Regin, kærur er dansurin mær, men fari eg upp í ringin er sorgin eisini har. Janus sat undir trænum burturhugaður, eitt ferðafólk á ferð í minnunum
ætlar sær at vera fastur maður á landsliðnum. Rúni eitt gott sett Tað var Mjølnir sum kom best frá byrjan í 4. setti, og eitt skiftið førdu teir 14-9, og teir lógu á odda heilt upp á umleið 20 stig, men tá [...] og tað var ongantíð í settinum, at tað eina liðið fekk nógv stig á rað. Romico, leikandi venjarin hjá Fram, valdi henda dystin at byrja á bonkinum, soleiðis at hann fekk betri yvirlit yvir dystin, og tá [...] tá byrjaði Fram so spakuliga at vinna seg upp á javnleik. Tann stóri leikarin í hesum settinum var Rúni Weihe, sum leikar á kantinum. Hann vann næstan alt sum hann slóð til, og mett verður at hann henda
tað eitt sindur óvart á hann, at venjarin vildi hava hann við niður til Spania. Men Jan Dam hevur í vetur arbeitt miðvíst fyri at koma upp í part aftur: ? Eg havi ítrótt á linju á læraraskúlanum, og so [...] møguleikan á aftasta manni ímóti Finnlandi. Hann hevði ikki verið á landsliðnum, síðani hann var liðformaður í stórtapinum í Estlandi í fyrraárið: ? Venjarin segði mær, at hann hevði álit á mær, tí hann [...] enn eina ferð sagt barndómsfelagnum HB farvæl. Nú spælir hann fótbólt á Toftum, og hann heldur, at tað styrkir um møguleikan at vera á landsliðnum: ? Nýggjar avbjóðingar kveikja hugin at halda fram. Vit
Hansen hevur gjørt ein bát lidnan, og eingin hevur staðið á bíðilista. – Tað hava verið upp til 13-14 bátar á bíðilista. Nú havi eg seks bátar á listanum, hetta svarar til arbeiði í 2 ár. Vanliga tekur [...] Tað er ikki bondini sum skapa bátin, bondini verða gjørt eftir skapinum á bátinum. ##med5## Sniðið á kappróðrarbátum er øðrvísi enn á einum føroyskum útróðrarbáti. Kappróðrarbátarnir eru smidligir, soleiðis [...] í bekk, skal spurta, og tú ordiliga følir at tað kemur meira ferð á. Í útróðrarbátinum er tað sum einki broytist tá tú roynir at seta á. Eg trúgvi ikki at fólk høvdu hildið tað verið líka stuttligt at róð
Christian Pløyen, ein annar av teimum framúrskarandi amtmonnunum, sum hava verið í Føroyum. Leiðari á handarbeiðsskúlanum Í hvussu er árini 1850, 1855, 1860 og 1870 hevur Anna Sofía verið lærari við ha [...] sjúkrahúsið nýtti aftaná, at tað var endurbygt í 1829. Meðan Fríðrikur krúnprinsur var her, setti hann á stovn handarbeiðsskúlan, og í 1845 varð ásett, at hesin skúli skuldi yvirtaka ognirnar hjá arbeiðsskúlanum [...] var at læra næmingarnar at tøta og seyma lín. Anna Sofía hevur ivaleyst verið millum næmingarnar á arbeiðsskúlanum. Annars hevði hon neyvan havt førleikan, ið kravdist at taka eitt slíkt starv uppá seg
meðan náttúran sang svanasong og klæddi seg í vakrasta vetrarbúna. Ingolf var farin í Harrans hendur: maður, faðir, guðfaðir, verfaðir, abbi, langabbi, boyggi, skyldmaður og vinmaður. Vit mintust Ingolf og [...] Mariu. Júst í summar hildu tey gullbrúdleyp. Sum barn og ungur var Ingolf sjúkur av tuberklum. Hann var á Sanatoriunum eina tíð og varð lektur. Ingolf silgdi við Pride. Tað var mangan tungt og ófýsi, men eisini [...] r, bygdi hús og giftist við mammu. “My home is my Castle” segði Ingolf hvørja ferð, hann kom aftur á gátt. Kanska hevði hann bara verið inni hjá grannanum? Ingolf og mamma keyptu Klaksvíkar Dampvaskarí
bretsku myndugleikunum, sum gjørdu bart - og handtóku mannin, sum hevur fleiri túsund lív á samvitskuni. Hesin maður, sum av ávísum floksformanni í Føroyum eisini verður fagnaður. Vit kunnu so bert vóna, [...] Eirikur Lindenskov D-dagurin og kúlurnar flúgva um oyruni. Tú kennir teg vera mitt í rokanum á Omaha Beach í Normandínum. Skotríðurnar eru áhaldandi í minsta lagi trý korter í nýggja Spielbergfilminum [...] sjóverkurin um seg. Men so við eitt brestur - og týskararnir, sum standa handanvert girðingarnar uppi á landi, loysa skotini av - og tað er ikki við mýkindum. Í eini trý korter verður skotið - og nógvir hermenn
december 1804,” og sum er til skjals á Københavns Stadsarkiv . Páll fór í 1798 at sigla við skipum hjá Det økonomiske Velfærds Selskab ; kom á Havnina í mai sum stýrimaður á Charlotte , og nú, hann hevði fingið [...] september 1798 til Føroya sum skipari á briggini Patriotisme , sum hevði vøru til handilin. 12. september 1799 var Páll aftur á Havnini við vøru til handilin, nú sum skipari á barkini Thetis . Nýggj bók um Nólsoyar [...] mist skip sítt: Adm. 1-7 Ha 198 Superb Flemish Road 4. september 1808 Sir Menninir á breddanum, skipari og manning á lítlum skipi úr Føroyum, ið Fury hertók, hava sagt mær, at oyggjar teirra í løtuni eru
Seinni á degnum vóru toftamenn í Klaksvík, og tá eydnaðist at vinna 2-0. 25 spælarar hava verið á vøllinum fyri B68 í ár. Felags fyri teir allar er, at teir, hvat fótbólti viðvíkur, eru uppvaksnir á Svangaskarði [...] umførunum skal Skála spæla ímóti Víkingi í Lerivík og ímóti EB/Streymi á heimavølli. Skráin hjá FC Suðuroy er B36 á útivølli og Víkingur á heimavølli. Um Skála eisini flytur upp, so verður helmingurin av liðunum [...] serligt, hóast teirra fótbóltslið henda leygardagin vann 4-1 á útivølli ímóti TB. Hetta var síðsta ferðin yvirhøvur, at TB átti heimavøll á Sevmýri, og tað var um reppið, at tað hjá TB endaði við stórum