B68 er aftur í fremstu røð

Øssur Hansen verður venjari, tá ið B68 skal royna at fóta sær aftur í bestu deildini. Um tað skal eydnast, verður neyðugt at styrkja liðið við trimum spælarum, sigur B68 formaðurin, Beinta Mikkelsen

Leygardagurin 6. oktober 2012 var fótbóltslagið í bygdunum í Nes kommunu einki serligt, hóast teirra fótbóltslið henda leygardagin vann 4-1 á úti­vølli ímóti TB. Hetta var síðsta ferðin yvirhøvur, at TB átti heimavøll á Sevmýri, og tað var um reppið, at tað hjá TB endaði við stórum og óvænt­aðum vónbroti, og at tað hjá B68 endaði við stór­um fagnaði, sum tey fægstu mundu hava roknað við.
Henda dagin fyri einum knøppum ári síðani varð tað greitt, at B68 í 2013 skuldi spæla í næstbestu deildini, og at TB skuldi halda fram í bestu deildini. Men tað mangl­aði so sera lítið í hjá tofta­monnum, og tað leyp so lítið av hjá TB, sum tað á nakran hátt ber til.
Bæði liðini endaðu við 24 stigum og málmuninum -20. At B68 noyddist niður og TB ikki komst av, at málmunurin hjá TB var 30-50, meðan hann hjá B68 var 23-43. Tað vil siga, at tað, sum avgjørdi, var, at TB hevði skorað fleiri mál enn B68, sum á Sevmýri henda leygardagin økti til 4-1, tá ið vanliga leiktíðin var farin. Møguleiki var lítla løtu seinni at skora málið, sum hevði sent TB niður, og sum hevði borið við sær, at B68 varð verandi í bestu deildini, men tað endaði 4-1.
Hvussu tað verður hjá TB næsta ár er framvegis ikki greitt. Á Toftum er lagið mun­andi betri, enn tað var fyri einum ári síðani. B68 hevur verið og vent í 1. deild, og leygar­dagin – tvey umfør undan kappingarenda – varð tað stað­fest, at toftamenn næsta ár skulu spæla sunnu­dag. FC Suðuroy tapti tíðliga seinnapartin 2-1 í Streymnesi. Harvið var uppflytingin hjá B68 tryggjað. Seinni á deg­num vóru toftamenn í Klaksvík, og tá eydnaðist at vinna 2-0.
25 spælarar hava verið á vøllinum fyri B68 í ár. Felags fyri teir allar er, at teir, hvat fótbólti viðvíkur, eru upp­vaksnir á Svangaskarði. Øssur Hansen er venjari, og har­við er talan bara um lokal­ar kreftir.

Styrkja seg
Fleiri av spælarunum eru yngri enn tjúgu ár, og teir flestu eru 25 ár og yngri. Ætlanin er í so stóran mun, sum tað letur seg gera, at dúva upp á heimligu kreft­irnar, tá ið B68 skal stríðast við bestu liðini, men tað slepst ikki undan at leita eftir styrki aðra staðni.
Beinta Mikkelsen varð vald til formann eftir aðal­fundin í vár. Hon fegnast um uppflytingina, og hon sigur, at tað er mest sum avgjørt, at tað verður Øssur Hansen, sum fer at hava ábyrgdina av liðnum, sum næsta ár skal royna seg í bestu deildini:
– Tað lá í kortunum longu í ár. Øssur tók uppgávuna á seg at fáa liðið uppaftur. Avrátt varð at mynda lið við lokalum spælarum, og at bæði venjarin og spælararnir skuldu halda fram næsta ár, um tað eydnaðist at flyta upp. Nú tað er greitt, at vit flyta upp, fara vit at halda fast við tað, sum vit hava avrátt.
Men tit ætla at fáa styrk aðra staðni frá?
– Nú er hetta so spildur­nýtt, hóast tað leingi hevur verið góður møguleiki fyri, at B68 fór at flyta upp. Tí hava vit í nevndini ikki tosað saman, síðan uppflytingin varð veruleiki, hvussu vit skulu fara fram. Tað verður gjørt í samráð við venjaran. Men frammanundan hava vit tosað um, at tað ivaleyst verður neyðugt við trimum nýggjum spælarum, sum hava royndir úr bestu deild­ini. Tá verður hugsað um ein til hvørja ketuna, men nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður. Alt er treytað av fíggjarligu korunum, og har er tað greitt, at vit ikki fara at spenna bogan høgt. Tíðir­nar og royndirnar bæði hjá okkum og øðrum siga okk­um, at tað skulu vit ikki gera, sigur Beinta Mikkelsen, for­maður í B68.

Stór kapping
Tað hevur verið stór kapping millum feløgini í Eysturoy, og hon verður ikki minni í 2014. ÍF, Víkingur og NSÍ eru í fremstu røð. Nú er greitt, at B68 verður fjórða felagið í Eysturoy í EFFO deildini næsta ár, og tað er rættuliga sann­líkt, at Skála eisini flytur upp.
Í gjár var Skála á Sandi, og skálamenn komu norðúr um aftur fjørðin við 8-0 sigri í viðførinum. Tað er greitt, at B71 næsta ár skal spæla í triðju bestu deildini, og tað er rættuliga sannlíkt, at Skála verður fimta felagið í Eysturoy í fremstu røð.
Skála hevur 45 stig, og einasti kappingarneytin til uppflytingina er FC Suðuroy, sum hevur 40 stig. Skála hev­ur væl betri málmun enn FC Suðuroy. Tað vil siga, at hjá Skála er bara neyúgt at fáa eitt stig burtur úr tveim­um teimum seinastu um­før­unum fyri at tryggja sær upp­flyt­ingina. Og tá skal FC Suðuroy einki stig missa.
Í tveimum teimum sein­astu umførunum skal Skála spæla ímóti Víkingi í Lerivík og ímóti EB/Streymi á heima­vølli. Skráin hjá FC Suðuroy er B36 á útivølli og Víkingur á heimavølli.
Um Skála eisini flytur upp, so verður helmingurin av liðunum í bestu deildini úr Eysturoy, og tá skal leggj­ast aftrat, at EB/Streymur partvís verður roknað sum felag í Eysturoy, hóast heima­dystirnir verður spældir í Streymnesi. Grundar­lagið undir felagnum í Sunda­lag­num er Eiði, Kollafjørður og bygdirnar í Sunda kommunu, sum fyri ein part eru í Eysturoy.

Tætt í botninum
Tað er stórur spenningur um, hvat lið skal flyta niður saman við B71. Undan hesum um­farinum var EB/Streymur undir strikuni. Leygardagin vann EB/Streymur 2-1 á heimavølli ímóti FC Suður­oy. Tá ið TB seinni á degnum legði rygg til 7-2 tap í Gunda­dali ímóti HB, bar tað við sær, at TB datt niður um strik­una.
KÍ tapti 2-0 ímóti B68. Úrslitini hesa ferð bera við sær, at tað umframt TB eru EB/Streymur og KÍ, sum kappast fyri at sleppa undan 9. plássinum.
Tað er møguleiki fyri, at endasstøðan í bestu deildini verður avgerandi fyri, hvat lið skal flyta niður úr næstbestu deildini.
TB og KÍ eru høvuðs­kandidatar til svarta per í bestu deildini. Tað av hesum báðum liðunum, sum flytur niður, fer at trýsta næstbesta liðið í sínum felag niður úr 1. deild.

- - -

Sí fakta á www.faroesoccer.com