Regin Dahl syngur J.H.O. Djurhuus

Kanska tann besta føroyska plátan nakrantíð

Í dag ljómar Regin Dahl í Kong-ens Keypmannahavn; her vóru hesir sangir tiknir upp av Mentunargrunni Studentafelagsins fyri meiri enn tríati árum síðani. Vísurnar hjá Regini verða í dag sendar út í Garðin hendan vakra kalda heystardag. Eg spæli tær hart og sum tær ljóða væl. Eg eri í øðrum heimi dagin langan. Síðani pakkin kom frá Tutl, hevur einki annað ljóðað, eg havi verið í eini transu. Og ikki smæðist hesin sangur av Føroyalands sonnu hetjum framvið takryggir millum hvørkveggjur, nú bløðini eru dottin av linditrøum, meðan heystarlotið sendir bløðini við eini øgiligari ferð runt í Garðinum í dag.
Eg kom at minnast, at Jørgen-Frantz skrivar um tíðina á Regensen saman við Christiani, har yrkjarin og sakførarin Janus Djurhuus plagdi at vitja um kvøldarnar og um náttina, altíð við onkrari fløsku undir arminum. Janus, ið eg altíð havi elskað sum yrkjara, syngur Regin, hetta musikalska flogvit, við einari reinari, sterkari og kenslubornari darrandi rødd. Hvør hevur skilti betur hendan Janus enn Regin.
Tað er nærum ógjørligt hjá mær at ummæla hetta, tí eg eri bæði ein stórur Janus elskari og ikki minni havi eg altíð havt ómetaliga stóra virðing fyri Regini, bæði sum yrkjara og ikki minst sum musikara. Hann er kanska hin mest musikalski føroyingurin sum hevur livað. Hann og abbin Bakar Hansen, ið William altíð skrivaði um.
Hesin dagurin á heysti í Keypmannahavn, tá eg hoyri Regin Dahl so melankolskt syngja vøkru yrkingarnar hjá Janusi, minnir meg um træið á Garði, sum Janus nógv ár seinni, ofta saman við øðrum, sum eldri maður, plagdi at seta seg undir og leingjast eftir farnum døgum og nostalgiskt hugsa aftur á ungdómin. Enn gongur dansur um lyngin, syngur Regin, kærur er dansurin mær, men fari eg upp í ringin er sorgin eisini har. Janus sat undir trænum burturhugaður, eitt ferðafólk á ferð í minnunum. Ofta hava tankar á hesum stað kanska reikað til unga vinmannin, andaliga sonin og havnarmannin Jørgen-Frantz, ið Janus hevði ein serligan tokka til. Tá Jørgen-Frantz doyði, yrkti Janus millum annað yrkingina: "Sangur um lívið ? yrking vígd Jørgen- Frantz Jacobsen". Hesa yrking hevur Regin Dahl sett lag til eisini. "Blíð byrjar lívsins siglingsferð", byrjar hon við. Hesa vísu syngur Regin við stórari kenslu. Og jú mein eru mannakor.
Menniskjans longsul
Janus, hesi erkvisni homo-æstetikus og melankolikus, sat mangan á kamarinum hjá Jørgen-Frantz á Regensen í Keypmannahavn og resiteraði yrkingar, meðan hann gjørdist meiri og meiri gløðandi andfullur, og fullur, so at hann av og á sovnaði. Tá Janus endiliga fór á dyr, slørandi við kraganum upp um oyruni, tosaði hann um tey megnarbrøgd, sum hann ikki hevði fingið útint. Lív hansara hevði ikki verið annað enn vónbrot tók hann til. Hetta gongur aftur í onkrari yrking, um vit lesa hetta eitt sindur biografiskt. "Fátt á foldum her av mær varð vunnið," og minnast, at yrkjarar ongan trúskap hava fyri "veruleikanum", bert fyri tí vakra og tí, ið ljóðar væl. Kanska Janus var hesin særdi Føroyalands falkur, ólukkuliga sundurskræddur í æviga melankolska longslinum eftir Itaka, mista heimlandinum og móðurini, ið doyði í unglingaárum, men Janus er eisini ein modernaður poetur fyrst og fremst, og eitt menniskja. Og yrkjarar lúgva, tí í poesi geva 2 og 2 bæði 5 og 6.
Útisetin syngur
Janus og Regin eru báðir modernaðir útisetar. Hjá Janusi er hetta mangan ein tragisk tilvitan: "nær man eg aftur fjøllini sjá/ Tá móður veittrar handan á". Hetta er ikki bert heimloysi, men eitt tyngri og áhugavert eksistentielt heimloysi, ið eyðkendi Janus sum yrkjara og Regin sjálvan seinni. Kent er, at útlegdin skapar longsul av ovidskum og odysseanskum hæddum og fyri onkur eisini eitt skapanarlyndi. Burtur frá frændum er útisetin ein vilst sál, harmur um fortíðina, hvørki ein partur av einum øðrum landi ella av tí nýggja. Lívið eyðkent av nostalgi og melankoli, hetta síggja vít í yrkingum sum "Útlegd". Meg droymdi ein so sáran dreym, yrkti Janus í yrkingini "Dreymur". Stormar kvóðu um langa leið, falkurin fall deyður við áarstreym. Tað er sum Regin er mitt í verðini, hann er bæði hesi heimvendi Falkur og Bøgan ið fór á flog; í barmi hjarta sló sárt av sorg og harmi. Sangin um deyða Falkin er ein hin besti á plátuni og tað var hesin Hanus Kamban brúkti sum intro í áhugaverdu sendingunum um Janus.
Janus var ein eym og erlig sál. Ein erligur intellektuellur, ið ikki, sum hann tók til, brendi altarljós til gudar, ið visti, at sálin eina er tá lívið er av. Hjá Janusi kom vakurleikin fyrst, hann brúkti lívið av og á sum motiv, men langt frá altíð. Regin skilir henda serliga vakurleika til fulnar, serliga, tá hann syngur: "Oh, gev mær megi, hetjumátt" frá yrkingini "Bøn", ein tóni vit hoyra aftur í yrkingini "Ásræði".
Eitt ótrúligt avrik
Sum sangari er Regin tikin úr leikum, hann kemur uppá mytiskar hæddir og er í míni verð ein modernað livandi føroysk legenda. Ein yrkingarkempa, ið ikki hevur skýggjað nakað fyri at fáa hesar sangir til at vera uttan lýti. Regin syngur hesa vísur, ella á skift nærum grætur seg gjøgnum henda sára sólsvanga grát og hevjar sína rødd sum skuldi hjartað brostið og heimurin gingið undir. Tá Regin t.d. syngur "Ver sterk mín sál", er hetta eitt fantastisk modernistisk pathos, darrandi tragiskt livir hann seg inní sangin og er eins vónleysur og desperatur sum personain í yrkingini, ið upplivdi trúnna hvørva.
Henda fløgan er ein megnarvarði fyri føroyskan tónleik. Hetta er ein fløga, ið er ein føddur modernistiskur kanóniskur klassikari, ið kann rudda borðið. Ein fløga, ið longu hevur inspirerað allan føroyskan tónleik frá Kára P. til Enekk. Við so stórari list er ikki neyðugt at kanonisera neyðarsliga list við at vísa á føroyska tjóðarbygging, ella hvat fólk nú finna uppá at kalla góða list. Regin og Janus bygdu tankans og vakurleikans pyramidur, ið enigmatiskar standa øld eftir øld. Lat so restina fara niður og norð, kann tað ikki standa, so lat tað falla.
Hetta er kanska ein av teimum trimum til fimm bestu plátunum, ið finnast á føroyskum. Hetta er ein pláta, ið øll, sum dáma føroyskan tónleik ikki kunnu lata vera við at keypa. Persónliga haldi eg, at Regin kanska kemur fyrst, eftir hann kemur Kári P., síðani koma Enekk. Men Regin er fyrstur og seinastur.

Regin Dahl syngur J.H.O. Djurhuus yrkingar. Tutl 2003.