Húsar: Tað sær ógvuliga fólkatómt út umborð á Barsskor henda hósdagin.
Klokkan er vorðin 13:20, og vit hava júst loyst frá landi í Klaksvík. Á dekkinum stendur eittans ferðafólkið - ein maður, sum er á veg til arbeiðis í Mikladali.
Inni í "salongini" hjá ferðafólkunum finna vit tó ferðafólk nr. 2 henda túrin ? ein ung genta, sum situr á beinkinum og lesur í einum blaði.
Hetta er Johanna Maria Isaksen, sum er ættað av Húsum. Hon gongur í 10. B í Klaksvík, og er nú liðug við skúlan og er á veg til hús við Barsskor.
Hetta er ikki ein fremmand farleið fyri hana, tí hon hevur í langa tíð siglt við Barsskor hvønn einasta dag millum heim og skúla.
Henda dagin er veðrið av tí besta, men tað er ikki altíð at veðrið er so gott.
-Onkutíð havi eg verið heima við hús, tá veðrið hevur verið ov vánaligt, sigur Johann Maria.
Nú hon kemur heim til húsa(r), veit hon, hvat hon fer at gera. Skúlin skal passast, og so fer hon eisini at hjálpa til við tí húsliga arbeiðinum, og at vera saman við yngru systkjum sínum ? eini systir sum er 12 ár og einum beiggja sum er 9.
- Og í kvøld ? ja, tá fari eg helst at vita, um ikki okkurt gott er í sjónvarpinum, sigur hon.
Fyrr enn væntað
Hesi seinnu árini er eitt gjørt eitt miðvíst arbeiði við at varðveita bygdarskúlarnar kring landið.
Onkustaðni hevur hetta arbeiðið eydnast til fulnar, men aðrastaðni eru hesir skúlar lætnir aftur, ella verða lætnir aftur kanska longu í summar. Á Húsum er kortini bygdarskúlin væl koyrandi.
Johanna Maria kundi tí, eins og hini børnini á Húsum fara í 1. flokk á sinni í tí lítla, men hugnaliga bygdarskúlanum.
Hon ætlaði sær helst eisini at ganga har í nógv ár, heilt fram til og við 9. flokk. Men soleiðis kom ikki at vera.
Tað vísti seg, at eingin útbúgvin lærari var til skúlan, og tí noyddist Johanna Maria til Klaksvíkar at ganga í skúla ? eitt sindur fyrri enn ætlað.
Nú gongur hon so í 10. flokki, og tá hevði hon undir øllum umstøðum verðið noydd at farið til Klaksvíkar í skúla
Sjáldan avlýst
Sum nevnt í blaðnum leygardagin so fæst einasta sambandið hjá kalsoyingum ? og hervið eisini Johonnu Mariu ? til Klaksvíkar við at brúka Barsskor.
Fram til henda dag hevur hann trúliga røkt sambandið í Kalsoynna, og millum ferðafólkini hevur verið Johanna Maria.
Í morgin hendir kortini tann stóra broytingin, at nú fer Sam at røkja hesa farleiðina út frá nýggju samferðsluhavnini á Syðradali.
Síðani Johanna Maria byrjaði at ganga í skúla í Klaksvík hevur hon tískil ferðast fram og aftur við Barsskor hvønn einasta skúladag í árinum.
-Eg havi kortini ikki verið við onkran dag, tá veðrið hevur verið serliga ringt.
-Men annars, so fari eg við Barsskor um morgunin og komin aftur við tí seinna túrinum um seinnapartin, sigur hon.
Tímdi ikki í dag
Soleiðis sum ferðaætlanin hevur ligið við Barsskor, so er hon farin av húsum á Húsum hvønn skúladag kl. 7 og er fyrst komin aftur til heimbygdina við túrinum kl. 17:50 av Klaksvík.
Her er tí talan ein vanligan skúladag og haraftrat eina rættiliga langa frítíð eftir loknan skúladag.
Seinasti hósdagur var tó eitt lítið undantak í so máta, tí tá vit prátaðu við Johonnu Mariu fór hon til Húsar við Barsskor longu kl. 13:20.
Vit spurdu hana, hví so var:
-Jú, sært tú. Vit høvdu drama aftaná døgurða í dag, og ? tja, eg veit ikki ? eg tímdi ikki at hava drama í dag.
-So tí slapp eg mær bara yvirum, nakað fyrri enn eg plagi, sigur hon.
Á Studentaskúla
Nú er komið so mikið væl út í apríl mánað, at skúlarnir so smátt byrja at fyrireika seg uppá ársroyndirnar.
Fyri Johonnu Mariu í 10. B verður hetta skúlaárið eisini tað seinasta í framhaldsdeildini í Klaksvík. Spurningurin er so, hvat hon ætlar sær eftir summarfrítíðina.
- Eg havi søkt um at sleppa inn á Studentaskúlan á Kambsdali. Men eg veit ikki enn um eg sleppi inn, og eg veit heldur ikki, nær eg frætti aftur frá skúlanum, sigur hon.
Sum nevnt verður Sam settur inn í regluliga sigling millum Kalsoynna og Klaksvík ímorgin. Og hann skal samstundis røkja sambandið millum Kalsoynna og Leirvík.
Um hon sleppur inn á Studentaskúlan so skuldi alt tala fyri, at umstøðurnar fyri at búgva heima og ganga í skúla gerast av teim bestu, tí farleiðin nú gerst styttri.
Men so løgið tað ljóðar, so verður hetta ikki tilfeldið!
Soleiðis sum hon hevur skilt ferðaætlanina, so fer ikki at bera til at ferðast beinleiðis millum Syðradal og Leirvík, soleiðis at hon kann ganga í skúla og búgva heima.
Hetta vil so aftur siga, at sleppur hon inn á skúlan er ikki nógv annað hjá henni at gera, enn at flyta hagar at búgva.
Frítíðin
Hóast Húsar er lítil bygd, so finst kortini eitt rættiliga stórt virksemi í bygdini. Og har er Johanna Maria eisini virkin.
Ein part av frítíð sínari nýtir hon hjá skótunum, har hon er skótaleiðari. Og so er hon eisini við í einum dansifelagi og við í einum bindiklubba.
Á Húsum er eitt skótalið hjá KFUM, hagar skótarnir úr allari oynni koma saman hvørt týskvøld, tá teir fundirnir eru.
Dansifelagið er eisini virkið, og vóru fleiri av limunum í Havn um vikuskiftið á eini dansistevnu, har fleiri onnur dansifeløg somuleiðis vóru samankomin.
Vitja handlar
Hóast ein vanligur gerandisdagur kann tykjast drúgvur fyri hana í Klaksvík, so er ikki líkt til, at hon keðir seg eftir skúlatíð.
-Jú, dagurin er ofta nakað langur. Vit eru onkutíð liðug beint eftir døgurða, men vit eru kortini ongatíð longri í skúla enn til hálvgum fýra, sigur hon.
Men Johanna Maria situr kortini ikki og kúrir í bíðirúminum hjá Strandferðsluni, og bíðar til klokkan gerst 17:50.
Tá skúlatíðin er liðug, fer hon saman við vinkonum sínum. Tær plaga at ganga sær ein túr í býin ? og vitja teir mongu handlarnar í Klaksvík. Á Húsum er jú bert tann eini handilin.
Hon hevur eisini verið virkin í ítróttinum í Klaksvík. Í fjør róði hon m.a. kapp við einum av bátunum hjá Klaksvíkar Kappróðrarfelag.
Í ár fer hon tó ikki at rógva, tí, sum hon sigur:
- Tað fer so stórur partur av frítíðini til tað.