Flogbóltur
Mjølnir ? Fram 2 ? 3
23-25, 25-27, 25-14, 25-23, 14-16
Hóast at vindurin hevur verið nógvur um vikuskiftið, so hevði ein ta fatan, at tað til tíðir næstan var luftmangul í KÍ-høllini sunnudagin, tá oddaliðini í føroyskum mansflogbólti møttust. Tí hetta gjørdist ein sera spennandi og vælleiktur dystur, við góðum undirhaldi fyri teir um 100 áskoðararnar, sum høvdu leitað sær í høllina.
Javnt fyrsta sett
Fyrsta settið endaði 25-23 til havnaliðið, og tað var eisini Fram, sum var frammanfyri alt settið. Bæði liðini nýttu fyri tað mesta kantáleypararnar, sum hjá Fram vóru Rúni Weihe og Jens Heri Mortensen og hjá Mjølni Borko og John Syderbø. Allir hesir komu sera væl frá uppgávum sínum, og tað var ongantíð í settinum, at tað eina liðið fekk nógv stig á rað.
Romico, leikandi venjarin hjá Fram, valdi henda dystin at byrja á bonkinum, soleiðis at hann fekk betri yvirlit yvir dystin, og tá allir leikararnir røktu uppgávuna til fullnar, var eingin orsøk at gera nakra útskifting.
Mjølnir kundi vunnið
Var fyrsta settið spennandi,kann tað næsta ikki skrivast við orðum. Eisini hetta settið fylgdust liðini, men hetta settið leikti Mjølnir meira við skjótum álopum á miðjuni til Trygva H. Poulsen og unga Hjalta Josephsen. Seinast nevndi leikti eitt sera gott 2. sett.
Móti endanum tyktist sum um Mjølnir fór at vinna settið, og teir høvdu eisini settbólt við støðuna 24-23. Men ikki altíð gongur sum ein vónar. Mjølnir servar og Fram hevar ein skjótan bólt til Heina Weihe, sum slær henda beina leið út um vøllin, og allir áskoðararnir síggja at bólturn er á veg út, og rómurin er við at byrja í høllin, men tá tekur ein Mjølnir-leikari bóltin av eini ella aðrari orsøk, og Mjølnir tapti hetta stigið, og so var 24-24.
Fram-venjarin hevði í endanum av 2. settið valt at seta seg sjálvan á liðið, og hetta var við til at tryggja sigurin, tí Fram vann 27-25, og Mjølnir kundi takka sær sjálvum fyri, at sigur ikki kom í hús við settbóltin 24-23.
"Vit hava vunnið" !!!
Jugoslavin hjá Mjølnir Borko, hevur uttan iva sagt nøkur góð orð í steðginum millum 2. og 3. sett, tí í øðrum settið vann Mjølnir so at siga alt. Ella var orsøkin, at Fram tók sum givið, at teir høvdu vunnið dystin, tí í 3. setti stóð tað bara Mjølnir á skránni, hóast teir ikki høvdu broytt leikstílin í mun til tey fyrru settini. Mjølnir vann settið heili 25-14, og hetta var uppiborið.
Men í fjorða settið byrjaði tann rættuligi dysturin aftur. Romico hjá Fram leikti nú fæst inni á liðnum í staðin fyri landsliðsleikaran Ragnar Petersen, sum enn ikki rættuliga er farin at gera um seg. Hann er sterkur í blokkinum, men enn vantar nakað í álopinum, um hann ætlar sær at vera fastur maður á landsliðnum.
Rúni eitt gott sett
Tað var Mjølnir sum kom best frá byrjan í 4. setti, og eitt skiftið førdu teir 14-9, og teir lógu á odda heilt upp á umleið 20 stig, men tá byrjaði Fram so spakuliga at vinna seg upp á javnleik. Tann stóri leikarin í hesum settinum var Rúni Weihe, sum leikar á kantinum. Hann vann næstan alt sum hann slóð til, og mett verður at hann henda dagin leikti ein av sínum bestu dystum.
Orsøkin til at Rúni eisini fekk nógvar bóltar var tann, at Mjølnir royndi at serva á Jens Hera Mortensen, sum kanska ikki hevði ein av sínum bestu móttøkudøgum, men við netið var hann ringur at støðga.
Men hetta var tó ikki nokk til at basa Mjølni í fjórða setti, sum endaði 25-23 til klaksvíkingarnar.
Og so fór luftin
Nú vóru góð ráð dýr áðrenn 5. og avgerðandi settið. Ein merkti at stórur spenningur var millum áskoðararnar og ikki minst leikararnar.
Mjølnir kom beinanvegin á odda 3-0 og ein fekk ta fatan, at hetta skuldi vera gondin. Men so vendi dysturin fullkomuliga, og Fram kom framum 6-4, og soleiðis fylgdust liðini fram ímóti endanum.
Í fimta setti kundi ein eisini leggja til merkis, at truppurin hjá Mjølni til henda dystin var ov lítil. Jóannes Poulsen, sum hevði eitt sera gott kappingarár í fjørð, hevur skaða, eins og libero-leikarin Arnfinn Guðjónsson fekk skaða undir venjing fríggjakvøldið. Arnfinn hevur seinastu dystirnar leikt sera væl í verjuni fyri Hjalta Josephsen.
Og spenningur var til seinasta bólt, tí støðan var 14-14, tá Rúni Weihe við einum av sínum góðu smasjum slóð bóltin trygt í gólvið og kom fram um 15-14. Framleikari servar síðani, men av eini ella aðrari orsøk tekur ongin Mjølnirleikari ímóti seinasta bóltinum og hesin fer beint í gólvið, og stilli var í høllini, til Framleikararnir fóru sigursgongd runt í høllini av gleði.
Settið endaði 16-14 til Fram, men hevði Mjølnir t.d. bert klárað at vunnið tveir bóltar í verjuni, um Arnfinn hevði verið, so hevði úrslitið kanska verið annarleiðis.
Men samanumtikið ein javnur og undirhaldandi dystur, har báðir partar høvdu uppiborið at vunnið. Tað verður spennandi at síggja, um vit kunnu uppliva fleiri tílíkar dystir seinni.
Sagt eftir dystin:
Runi Weihe, Fram
- Dysturin sunnudagin var ein tann mest undirhaldandi dysturin eg havi verið við til, og tað var sera stuttligt at leika í Klaksvík, tí stemningurin var góður millum teir umleið 100 áskoðararnar, sum vóru til dystin.
- Eg vil tó mæla til, at leikararnir fara at styrkivenja meira, soleiðis at venjingarstøðan verður enn betur, tí tað tykist sum um, at tá nógv stendur á, og ein leikar ein langan dyst sum henda upp á umleið 2 tímar, so eru tað bóltar, sum kundu verðið vunnir, um venjingarstøðan var betri.
- Annars haldi eg eisini, at føroyskur flogbóltur má fara at byrja at fáa dómarar, sum bert takast við at døma, tí tað er ikki nøktandi, at tað eru leikarar, sum døma hvønn annan, tí í einum slíkum jøvnum dysti gerast leikararnir sera heitir, og tað prógvaði dysturin eisini sunnudagin, tá leikarar til tíðir hingu í dómarastólinum.
Trygvi H. Poulsen, Mjølnir
- Sunnudagin meti eg at báðir partar høvdu havt uppiborið at fingið tvey stig, men ein vinnari skal finnast, og í hesum dystinum gjørdist tað havnaliðið.
- Seinastu tíðina hava vit roynt at fingið fólk í KÍ-høllina til heimadystirnar, og eftir dystinum í dag at døma, so tykist hetta bera ávøkst.
- Tá dysturin gerst so langur sum hesin, so saknaðu vit Jóannes Poulsen og Arnfinn Guðjónsson, sum m.a. leiktu sera væl ímóti SÍ, tí tað hevði verið sera gott, um vit t.d. kundu gjørt onkra útskifting í 5. setti, tí m.a. Jóannes kann bæði leika á kantinum og á miðjuni.
- Men vit mugu fara at arbeiða við at fáa ein størri trupp, tí tað vísir seg at dystirnir gerast harðari og harðari.










