Anna Sofía hevur eisini sína søgu, sum vit kunnu greiða frá. Hon er ættað úr Leynum, og tað fyrsta vit vita um hana er, at hon tænir hjá amtmanninum í 1834. Hesin var tá Frederik Ferdinand Tillisch, sum var amtmaður 1830-37. Hann var ein rættuligur framburðsmaður. Millum annað virkaði hann fyri tí fríhandli, sum vit fingu í 1856. Tað var eisini hann, sum tók stig til at stovna Føroya Sparikassa í 1832. Hann royndi seg eisini við nýskipanir innan skúlaskap. Eitt stig hjá honum var at senda eiðismannin Hanus Andreassen, sum var lærari í Havn, til Eiðis at vera lærari.
Hetta hevði ta áhugaverdu avleiðing, at eiðisfólk í takksemi kallaðu børn síni upp eftir Tillisch. Tiskil eru tað enn í dag eiðisfólk sum eita Frederik og/ella Ferdinand.
Hevur Anna Sofía verið hjá amtmanninum aftaná 1837, so hevur hon eisini arbeitt hjá Christian Pløyen, ein annar av teimum framúrskarandi amtmonnunum, sum hava verið í Føroyum.
Leiðari á handarbeiðsskúlanum
Í hvussu er árini 1850, 1855, 1860 og 1870 hevur Anna Sofía verið lærari við handarbeiðsskúlan í Havn, sum hevur verið eitt serligt tiltak tá í tíðini.
Undan honum var arbeiðsskúlin, sum hevði sína bestu tíð millum 1830 og 1836. Ein hópur av vadmali og teppum vóru virkað og skúlin lat mestapartin av líninum, sum sjúkrahúsið nýtti aftaná, at tað var endurbygt í 1829.
Meðan Fríðrikur krúnprinsur var her, setti hann á stovn handarbeiðsskúlan, og í 1845 varð ásett, at hesin skúli skuldi yvirtaka ognirnar hjá arbeiðsskúlanum. Tískil hevur Anna Sofía verið við frá byrjan sum fyristøðukvinna. Endamálið við skúlanum var at læra næmingarnar at tøta og seyma lín.
Anna Sofía hevur ivaleyst verið millum næmingarnar á arbeiðsskúlanum. Annars hevði hon neyvan havt førleikan, ið kravdist at taka eitt slíkt starv uppá seg.
Framíhjá hevði hon ein lítlan handil, møguliga í Fútastovu, sum var nevnd Skúlabutikkin. Har seldi hon vørur, ið vóru virkaðar í handarbeiðsskúlanum. Anna Sofía bað í 1865 av heilsuávum um at sleppa frá sum leiðari av skúlanum. Helst hevur hon hildið áfram sum lærarinna, tí hon stendur í fólkateljingini í 1870 at vera lærarinna við skúlan.
Skúlin hevði ein kvinnuligan nevndarlim, Madam Djurhuus, og man hon vera fyrsti kvinnuligi nevndarlimur í almennari nevnd í Føroyum. Í 1863, tá Anna Sofía framvegis var leiðari, blómaði skúlin eitt skifti, og tá vóru heilir tríggir kvinnuligir nevndarlimir Maria Holten, Johanna Finsen og Eva Lützen.
Hølini hjá skúlanum vóru eisini nýtt til onnur endamál. Í 1865 var skúlin nýttur til gudstænastur, meðan kirkjan var umvæld. Fundir og sjónleikir vóru eisini hildnir í salinum sum tók 70 fólk.
Eftir Onnu Sofíu tók Vilhelmina Effersøe við, og her var hon so leingi sum skúlin var til umleið 1880.
Gravsteinurin merkir, at Anna Sofía hevur verið nakað serligt. ”Vanlig” fólk fingu neyvan gravstein í 1800-talinum. Afturat hesum var hon ógift og hevði hvørki eftirkomarar ella systkin í Havn at taka sær av slíkum. Tí mugu tað hava verið tey, sum hava hildið hana havt ein gravstein uppibornan. Kanska fólk við sambandi til skúlan.
Abbasystir Christian Holm Jacobsen
Anna Sofía var dóttir bóndan Jákup Jacobsen, f. 1782, sum festi 18. juni 1802. Mamma hennara var Elsa Joendóttir Weihe, fødd 1788 í Søldarfirði. Anna Sofía var elst av systkjunum. Mamman var bert 18 ár, tá ið hon fekk hana. Tey vóru í minsta lagi átta systkin, hvørs eftirkomarar hava í nógvum førum gjørt vart við seg í Føroyum. Ein beiggi gekk burtur 15 ára gamal, men hini seks vórðu gift og fingu eftirkomarar.
Tað ber bert til at nevna onkran teirra. Ein sonur var Johan Hendrik Jacobsen f. 1811. Tvær systar vóru eldri, og tá hann var elsti sonur, tók hann við garðinum eftir pápan í 1842. Hann giftist í 1833 í Kvívíkar kirkju við Mette Maniella Helena Holm f. 13.11.1806. Hon var dóttir prestin í Kvívík, Niels Lassen Holm, sum fyrr er umrøddur í hesi røð.
Seinni giftist hann við Ellen Rasmussen f. 29. november 1818 í Søldarfirði.
Við fyrru konuni fær Johan Hendrik átta børn og við teirri seinnu trý børn.
Av hesum eru so átta gift. Tískil man tað vera ein stórur skari av fólki, sum er ættað frá systkjunum hjá Onna Sofíu.
Her er so bert pláss til at nevna ein í hesi ætt, sum Anna Sofía var abbasystir hjá, og tað er Christian Holm Jacobsen. Pápi hansara var Poul Christian f. 1847, sonur Johan Hendrik og Mettu Manellu í Leynum. Mamman hansara var Jacobina Egholm f. 1856 í Streymnesi.
Christian Holm gjørdist ein av okkara fremstu vinnulívsmonnum tíðliga í undanfarnu øld. Hann fekk ikki skúlagongd men gekk til skaldið Jóan Petur uppi í Trøð at læra at lesa, skriva og rokna.
Christian Holm fór til Havnar at læra til skómakara, men hann fylgdi ikki orðatakinum ”skomager bliv ved din læst.”
Her skal verða nevnd søgan um, tá ið Christian Holm fekk í lag, at Skipafelagið fekk fyrsta Tjaldur.
Hann fór til Danmarkar at hitta kenda reiðaran H.N. Andersen, kendur sum stjóri á reiðarínum ØK.
Hann setti seg í bíðirúmið millum nógvar fínar menn, sum eisini høvdu ørindi til stjóran. So einaferð kemur hann í hurðina og sigur, at nú hevði hann tosað við nóg nógvar stjórar og aðalstjórar. Nú kundi hann hugsa sær at tosa við ein skómakara, og tá slapp Christian Holm fram at. Sloppið var, og teir fingu fyrsta Tjaldur uttan at skula leggja nakað út.
Millum aðrar fyritøkur, sum Christian Holm er knýttur at, kunu nevnast Sjóvinnubankin, tann fyrsti Skálaberg, Ananu, skipið við størstu manning í Føroya søgu, Uvak og sildamjølsverksmiðjan í Kollafirð.
Christian Holm var eisini virkin í politikki. Hann var ein stovnari av Vinnuflokkinum, og var eisini tingmaður í eitt skeið 1936-40.
Anna Sofía kann saktans vera errin av sínu stóru ætt!
Keldur:
Jens Marius Hentze, Sámali Skoruni, Petur Háberg og Viggo Christiansen.
Komandi partur
Í komandi parti eru frásøgn um Rasmus Effersøe