Týsdagin hin 29. januar hittust vit, húsfólk, skyldfólk, vinfólk og grannar til jarðarferð hjá Ingolf Samuelsen í Christianskirkjuni, meðan náttúran sang svanasong og klæddi seg í vakrasta vetrarbúna.
Ingolf var farin í Harrans hendur: maður, faðir, guðfaðir, verfaðir, abbi, langabbi, boyggi, skyldmaður og vinmaður.
Vit mintust Ingolf og vit hoyrdu, at vit hittast aftur heima hjá himmalska Faðir okkara. Tað var ein sorgarstund og ein skilnaðarløtu.
Deyðin hevði vitjað lív og heim okkara.
Heima í Kvíggjaklova tiktist alt so tómt.
Tómur var stólurin, har Ingolf altíð sat og læs, - ella sá sjónvarp.
Hús og heim, rúm og veggir, siga nú søguna um eitt menniskjalív,
har næstan alt hevði áhuga og týdning.
Ingolf var ikki longur livandi hjá okkum.
Hjartað hansara var steðgað og lívið livað.
Ingolf varð føddur í Kvíggjaklova hin 31.desember 1927. Miðskeiðis tveir heimsbardagar. Foreldrini vóru Maria og Johann Samuelsen. Johann (Suðuroyar Johann, sum hann eisini varð nevndur), var ættaður úr Hvalba og Maria var úr Útistovu. Johann var ein dugnaligur smiðjur, og Maria ein sera kløkk og vitug kvinna. Tey bygdu húsini í Kvíggjaklova ár 1911, giftust og fingu seks børn: Hannemann, Astrid, Jona, Ingolf, Ragnar og Ernst. Ernst er tann einasti, ið er eftir. Hann er búsitandi í Havn og giftur við Mariu. Júst í summar hildu tey gullbrúdleyp.
Sum barn og ungur var Ingolf sjúkur av tuberklum. Hann var á Sanatoriunum eina tíð og varð lektur.
Ingolf silgdi við Pride. Tað var mangan tungt og ófýsi, men eisini nógvar vakrar og ljósa løtur.
Seinri varð Ingolf telefonmontørur, bygdi hús og giftist við mammu.
“My home is my Castle” segði Ingolf hvørja ferð, hann kom aftur á gátt. Kanska hevði hann bara verið inni hjá grannanum?
Ingolf og mamma keyptu Klaksvíkar Dampvaskarí. Har arbeiddu tey saman, til tey seldu vaskaríið í 1992. Ingolf segði, at tað var tann besta tíðin, og at øll hjún áttu at arbeiða saman.
Tá eg hugsi um Ingolf, og hvønn týdning hann hevði fyri mítt lív, so er tað serliga tríggir heimar, sum renna mær í huga.
Klassiski tónleikaheimurin
Ingolf keypti longu tá eg var barn Klassiska Tónleikaverkið frá Det Bedste. Hvønn dag skundaði eg mær heim frá skúla at hoyra Tjakovskij, Bizet, Ravel, Schumann, Mozart, Bach og Beethoven, áðrenn eg fór niðan á vaskaríið at hjálpa mammu.
Biografheimurin
Ingolf var eisini filmoperatørur í Atlantis Bio. Eg slapp at spola filmarnar, seta kol í maskinuna, líma filmendarnar saman og at síggja onkran film. Tað var at sammeta við filmin “Mine aftener i Paradis”
Bókaheimurin
Ingolf dámdi sera væl at lesa. Hann var limir í einum Bókaklubba, keypti og lænti nógvar bøkur. Í heimi okkara var og er ein hópur av bókum.
Tað skapti lestrarhuga.
Ingolf var listamaður. Hann málaði, teknaði og yrkti. At fáa bræv frá Ingolfi, var sum at fáa ein málning. Á brævbjálvanum hevði Ingolf málað ella teknað Kunoynna, Nestindar, tjøldur, himmal og hav, - og livandi ljós.
Ingolf var skóti burturav og gjørdi eitt stórt ókeypis arbeiði fyri teir gulu skótarnar við at byggja og fíggja skótahús bæði í Klaksvík og í Skúvadali.
Eisini skipaði hann fyri hugnakvøldi undir heitinum “Santa Jørunds Gildi - lykilin til mentan, upplýsing og framburð” og savnaði soleiðis stóra mongd av peningi til skótaarbeiðið í Klaksvík.
Hann var við til at byggja og umvæla húsini hjá Klaksvíkar Húsmøðrafelag og Eldra Felagið í Runavík.
Ingolf var klaksvíksingur burturav, men í tíggju ár høvdu mamma og hann eisini hús í Streymnesi, har treivst hann sera væl. Eisini har fingu Ingolf og mamma góðir vinir og grannar.
Abbabørnini høvdu ein serligan leiklut fyri Ingolfi. Honum dámdi væl at siga frá søgum og løtum, sum hann hevði upplivað saman við teimum. Túrarnir niðan til Skúvadals saman við abbasoninum Jakob tosaði hann fegin um, - og so græt hann.
Tá sonur Jakob,Viktor, varð føddur, fór Ingolf til Keypmannahavnar, hóast hann hevði fingið 30 kemoviðgerðir og var sera sjúkur. Hann ninaði langabbabarnið í Valby og vitjaði okkum í prestagarðinum í Vodskov.
1. Sunnudag í advent, fyrsti halgidagur í nýggja kirkjuárinum, vóru vit til gudstænastu í Vodskov kirkju, frokost og basar í Sóknargarðinum. Ingolf var so takksemur og glaður fyri dagin. “Tað var veldigt,” segði hann.
Nú er Ingolf farin í Harrans hendur.
Við børuna hjá Ingolfi hoyrdu vit hesi orð frá Rómverjabrævinum:
“Eingin av okkum livir sær sjálvum, og eingin doyr sær sjálvum.
Tí at um vit liva, so liva vit Harranum, og um vit doyggja,
so doyggja vit Harranum, annaðhvørt vit tí liva ella doyggja,
hoyra vit Harranum til.”
Hetta er boðskapurin, vit fáa í mannalív okkara. Vit eru ikki okkara egnu harrar. Vit hoyra Harranum til. Vit koma tómhent til lívið og fara tómhent hiðani. Meðani vit liva, hava vit tørv fyri umsorgan.
Ingolf hevði umsorgan fyri mammu og okkum. Hann var humoristiskur og harmoniskur, og so hevði hann eitt einastandandi gott minni. Krønikur og stuttligar søgur dámdi honum sera væl at siga frá.
Í Føroyum er tað aldrin bara ein pápi, verðfaðir ella abbi, sum er farin, tað er pápi tann og tann, abbi tann og tann, skyldfólk, vinfólk, grannin ella hvørji orð, vit nú brúka at lýsa okkara tilknýti við. Orð, sum hvørt sær rúma sín part av eini lívssøgu, sum vit eru takksom um, at hava átt part í.
Evangeliið, sum ljóðaði henda dagin, tá Ingolf fór til gravar, rúmar lívssøgu okkara, alt tað, sum eydnast, og alt tað, sum ikki eydnast.
Tað avmarkaða saman við tí æviga.
Her hevur alt somu adressu, her takka vit Guði.
Her kunnu vit síggja eitthvørt lív, um tað er stutt ella langt eftir okkara mátistokki, sum okkara stokkuta part av Guðs ævinleika, hagani vit einaferð komu, og hagar vit aftur fara.
Her kunnu vit takka Guði, sum fevnir okkum frá vøggu til grøv, sum vísir okkum umsorgan frá móðurlívinum til vit vera løgd í grøvina
og takka Várharra, Jesus Krist, fyri Ingolf, sum livdi og var ein partur av lívssøgu okkara.
Ingolf er farin í Harrans hendur.
Guðs friður verið við Ingolfi.
Góði Ingolf
Takk fyri alt tað, sum tú hevur verið fyri okkum.
Oda Samuelsen
Sørin S. Djurhuus
Lisbeth Solmunde Michelsen









