20 fólk frá løgregluni hava í nátt vitjað øll útskeinkingarstøð í Havn fyri at kanna rúsevnir. Í hesum sambandi eru umleið 100 fólk og einir 30-40 bilar kannaðir. Úrslitið gjørdist, at løgreglan hevur [...] hevur skrivað fimm mál um euforiserandi evnir. Talan er um soppar og útgerð, ið nýtt verður at rúsa seg við. Ein bilførari varð handtikin og skuldsettur fyri brot á ferðslulógarinnar § 15, stk. 1 - at koyra [...] koyra bil ávirkaður av euforiserandi evnum. Blóðroynd varð tikin og verður seinni støða tikin til um ákæra verður reist, sigur Jan Poulsen, vaktleiðari hjá Politinum í Føroyum.
ferðast fleiri av hesum lágtrýstum nær Føroyum, og tað hevur brúgvaløg við vindi og regni við sær. Í kvøld verður talan um storm, har vindmegin verður á leið 20 m/s, men í hvirlunum verður talan helst um einar [...] Hósdagin verður enn meira vindur – einar 23 til 28 m/s – og í hvirlunum kann roknast við einum 38 metrum um sekundið. Fríggjadagin makar hann vindin nakað, og um kvøldið verður vindmegin 10 til 15 m/s.
Í kvøld klokkan 20 vera fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá monnum leiktar. Í høllini á Hálsi í Havn møttast Neistin og H71. Í høllini í Vestmanna tekur VÍF móti Kyndli. FM1 sigur beinleiðis [...] beinleiðis frá báðum dystunum. Frásøgumenn vera Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge. Samrøður við umboð fyri Kyndil, VÍF, H71 og Neistan koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir. Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar [...] nar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. Returdystirnir vera spældir sunnudagin klokkan 16.
Klokkan 20 í kvøld verður ein dystur leiktur í bólki 2 í steypakappingini hjá monnum í flogbólti millum Fleyr a og ÍF a. Í fyrsta umfarinum í bólkaspælinum vann Fleyr a 3-0 á TB, og ÍF a vann 3-1 á ÍF [...] umboð fyri Fleyr og ÍF koma út á in.fo tá dysturin er liðugur. Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo . Vanligu frekvensirnir hjá FM1 er FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Tórur Fløtt fekk 87 stig og Marius Joensen fekk 86 stig. Samanlagt fekk føroyska liðið 173 stig. Áland fekk 161 stig og Gotland fekk 159 stig.' Stigini sum Marius og Tórur fingu vóru hesi: Position Team [...] Marius Joensen og Tórur Fløtt hava vunnið gull í Olympiskum Skeet fyri lið á oyggjaleikunum í Gibraltar. Teir vunnu liðkappingina í olympiskum skeet frammanfyri Áland. Gotland gjørdist nummar trý. Tórur [...] R1 R2 R3 R4 Total Team Total = 173 1st Faroe Islands Tórur Fløtt Marius Fríðálvur Joensen 21 21 23 20 24 24 19 21 87 86
Leygarkvøldið kl. 20 verður, um viðrar, ein framúr feit dupultkonsert við einari heilt serligari staðseting! Tá koma bólkarnir Beinir og Hamradun til Fuglafjarðar at hava eina ókeypis útikonsert uppi á [...] at liggja á fjørðinum í báti til konsertina, og øki rundanum er stórt, so frástøðan kann haldast. Her er gott torg, stórt parkeringsøki beint við Kyrjastein og sandurin er beint við, siga fyrireikararnir [...] á gomlu skonnartini Kyrjasteini, sum liggur beint við Mentanarhúsið og torgið. Hamradun skuldu spæla á Mentanardøgunum í Fuglafirði, netupp 5. september inni í Mentanarhúsinum, men nú verður tað ein útikonsert
Argentina hevði heimavøll og stjørnur sum Messi, Aguero og Higuain, megnaði liðið ikki at vinna fjórðingafinaluna ímóti grannanum úr Urugay í Copa America. Dysturin var í nátt, og hann endaði 5-4 til Uruguay [...] hevði fleiri góðar bjargingar, og í brotssparkskappingini tók hann brotssparkið hjá Carlos Tevez. Í semifinaluni skal Uruguay spæla ímóti Peru, sum heldur óvæntað vann 2-0 á Kolombia í nátt.
Línuskipini Kambur og Eystnes, sum hava roynt undir Føroyum, landaðu á Toftum fríggjadagin. Kambur hevði 120.000 pund, og Eystnes 80.000 pund. Meginparturin av veiðini hjá Kambi var longa og brosma, meðan stórur [...] stórur partur av veiðini hjá Eystnesi var toskur, hýsa og nakað av longu. Trolbáturin Hansa Maria landaði eisini á Toftum fríggjadagin. Teir høvdu 24.000 pund, harav meginparturin av veiðini var havtaska [...] havtaska. Hansa Maria seldi fyri ein miðalprís, sum lá um góðar 20 krónur fyri kilo. Í dag landar trolbáturin Búgvin á Toftum, men vit hava tíverri ikki fingið landingartølini hjá teimum.
Malouda og tvey frá Frank Lampard sendu í kvøld Chelsea aftur á oddasessin í Premier League. Birmingham megnaði ongan tíð av álvara at hótta Chelsea, sum legði seg á odda eftir bara fimm minuttum, og sum allan [...] fyrifórst á Stamford Bridge. Arsenal spældi á útivølli móti Aston Villa, og her gjørdist úrslitið ein málleysur javnleikur, og tí slapp Chelsea aftur avstað í oddastríðnum. Úrslitini í kvøld: Aston Vi [...] Villa-Arsenal 0-0 Chelsea-Birmingham 3-0 Blackburn-Wigan 2-1 Everton-Sunderland 2-0
tað Frakland og Pólland, ið eru best fyri eftir fyrstu tveir dystirnar, og kappingin um at koma víðari úr millumspælinum stendur millum hesi bæði og Spania. Bæði liðini hava sjey stig og eru tvey framman [...] framman fyri Spania, sum ímóti Týsklandi í gjár vann málfátækasta dystin higartil við 25-20. Frakland vann hinvegin stórsigur á Slovenia, ið ikki megnaði at takla fronsku yvirmaktina. Tá avtornaði, hevði Frakland