Hamradun og Beinir í Fuglafirði

Leygarkvøldið kl. 20 verður, um viðrar, ein framúr feit dupultkonsert við einari heilt serligari staðseting! Tá koma bólkarnir Beinir og Hamradun til Fuglafjarðar at hava eina ókeypis útikonsert uppi á gomlu skonnartini Kyrjasteini, sum liggur beint við Mentanarhúsið og torgið.

Hamradun skuldu spæla á Mentanardøgunum í Fuglafirði, netupp 5. september inni í Mentanarhúsinum, men nú verður tað ein útikonsert í staðin. Ljóðið verður gott, so tað fer at bera til at liggja á fjørðinum í báti til konsertina, og øki rundanum er stórt, so frástøðan kann haldast. Her er gott torg, stórt parkeringsøki beint við Kyrjastein og sandurin er beint við, siga fyrireikararnir.