Hóast Argentina hevði heimavøll og stjørnur sum Messi, Aguero og Higuain, megnaði liðið ikki at vinna fjórðingafinaluna ímóti grannanum úr Urugay í Copa America. Dysturin var í nátt, og hann endaði 5-4 til Uruguay eftir brotssparkskapping.
Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1. Uruguay kom á odda longu aftan á seks minuttir, men í 17. minutti javnaði Higuain.
Tann stóra hetjan hjá Uruguay var málverjin Fernando Muslera. Hann hevði fleiri góðar bjargingar, og í brotssparkskappingini tók hann brotssparkið hjá Carlos Tevez.
Í semifinaluni skal Uruguay spæla ímóti Peru, sum heldur óvæntað vann 2-0 á Kolombia í nátt.










