Fiskivinna
Línuskipini Kambur og Eystnes, sum hava roynt undir Føroyum, landaðu á Toftum fríggjadagin.
Kambur hevði 120.000 pund, og Eystnes 80.000 pund.
Meginparturin av veiðini hjá Kambi var longa og brosma, meðan stórur partur av veiðini hjá Eystnesi var toskur, hýsa og nakað av longu.
Trolbáturin Hansa Maria landaði eisini á Toftum fríggjadagin. Teir høvdu 24.000 pund, harav meginparturin av veiðini var havtaska.
Hansa Maria seldi fyri ein miðalprís, sum lá um góðar 20 krónur fyri kilo.
Í dag landar trolbáturin Búgvin á Toftum, men vit hava tíverri ikki fingið landingartølini hjá teimum.










