Marius Joensen og Tórur Fløtt hava vunnið gull í Olympiskum Skeet fyri lið á oyggjaleikunum í Gibraltar.
Teir vunnu liðkappingina í olympiskum skeet frammanfyri Áland. Gotland gjørdist nummar trý.
Tórur Fløtt fekk 87 stig og Marius Joensen fekk 86 stig. Samanlagt fekk føroyska liðið 173 stig. Áland fekk 161 stig og Gotland fekk 159 stig.'
Stigini sum Marius og Tórur fingu vóru hesi:
Position | Team | Competitor | R1 | R2 | R3 | R4 | Total | Team Total = 173 |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1st | Faroe Islands | 21 21 | 23 20 | 24 24 | 19 21 | 87 86 |