Í hinum millumbólkinum eru tað Frakland og Pólland, ið eru best fyri eftir fyrstu tveir dystirnar, og kappingin um at koma víðari úr millumspælinum stendur millum hesi bæði og Spania. Bæði liðini hava sjey stig og eru tvey framman fyri Spania, sum ímóti Týsklandi í gjár vann málfátækasta dystin higartil við 25-20.
Frakland vann hinvegin stórsigur á Slovenia, ið ikki megnaði at takla fronsku yvirmaktina. Tá avtornaði, hevði Frakland vunnið 37-28. Í triðja dystinum var tað so Pólland, ið sera tepurt fekk tryggjað sær oddasessin við at vinna við einum máli á Kekkia, 35-34.