20 fólk frá løgregluni hava í nátt vitjað øll útskeinkingarstøð í Havn fyri at kanna rúsevnir.
Í hesum sambandi eru umleið 100 fólk og einir 30-40 bilar kannaðir.
Úrslitið gjørdist, at løgreglan hevur skrivað fimm mál um euforiserandi evnir. Talan er um soppar og útgerð, ið nýtt verður at rúsa seg við.
Ein bilførari varð handtikin og skuldsettur fyri brot á ferðslulógarinnar § 15, stk. 1 - at koyra bil ávirkaður av euforiserandi evnum. Blóðroynd varð tikin og verður seinni støða tikin til um ákæra verður reist, sigur Jan Poulsen, vaktleiðari hjá Politinum í Føroyum.