Eitt mál frá Florent Malouda og tvey frá Frank Lampard sendu í kvøld Chelsea aftur á oddasessin í Premier League.
Birmingham megnaði ongan tíð av álvara at hótta Chelsea, sum legði seg á odda eftir bara fimm minuttum, og sum allan dystin á tamb hevði fult tamarhald í tí, sum fyrifórst á Stamford Bridge.
Arsenal spældi á útivølli móti Aston Villa, og her gjørdist úrslitið ein málleysur javnleikur, og tí slapp Chelsea aftur avstað í oddastríðnum.
Úrslitini í kvøld:
Aston Villa-Arsenal 0-0
Chelsea-Birmingham 3-0
Blackburn-Wigan 2-1
Everton-Sunderland 2-0