og byltingarstjórnir hava eftir annan heimsbardaga lagt nógva orku í at beina burtur mótsetningarnar millum hesar bólkar eitt nú við at skipa politiskar flokkar. Í ártíggjur var Baath flokkurin hjá Saddam [...] tann formliga ráðandi politiski flokkurin. Roynt varð at sameina allar samfelagsbólkar í henda eindarflokk, men til fánýtis. Ein meginorsøkin var, at Saddam var ráður einaræðisharri og sunni muslimur. Hann [...] bólkum. Tað undrar nógv fólk fyri vestan, at irakiska fólkið ikki kann semjast, nú USA og Bretland hevur fríað hetta fólk fyri einaræðisharran. Hetta er torført at skilja, um ein hugsar sum ein vestulendskur
ikki á hvørjum degi, at løgtingsmenn vísa virksemi Búskaparráðsins ans, tí vil eg nýta høvi at takka Jóhan Dahl fyri sýndan áhuga. Í Búskaparráðnum verða vit ofta lastaði fyri at vera í so provokerandi [...] Fíggjarmálaráðharran, Løgtingið og almenningin annars at meta um. Sambært lógini er endamálið við ráðnum "at fylgja við gongdini í landinum og at ráðgeva um búskaparlig viðurskifti", meira ítøkiliga skal [...] og hvørji tiltøk eiga at verða framd". Í august lat Búskaparráðið úr hondum eina frágreiðing um búskaparvøkstur í Føroyum, har búskaparfrøðilig ástøði og hagfrøði var nýtt til at lýsa tær avbjóðingar føroyska
á øllum árinum í Álandi, og ikki hevur nógv verið at síggja um Eivør í álendsku fjølmiðlunum. Tí vóru fyrireikararnir sera glaðir, at so nógv komu at hoyra hana. Eivør byrjaði við tveimum føroyskum løgum [...] føroyski sangurin »Mær leingist«. Eivør segði frá, at hetta lagið plagdi omma hennara at syngja tá hon stóð og bakaði bollar. Eisini fekk Eivør álendingarnar at syngja við í frálíka lagnum »Just a friend of [...] sangum á svenskum. Teir svensktalandi álendingarnar smíltust, tá Eivør segði: - Tað er sum at eta sjokolátu at syngja á svenskum. Áskoðarafjøldin var fjølbroytt, har vóru bæði ung og gomul - menn og kvinnur
eisini at fáa nervarnar burtur? ? Sjálvandi. So merkir tú alt fyri eitt, at tú ert við í dystinum, og so eru ikki stundir at hugsa um so nógv annað. Betri mikukvøldið Spurdur um dystin, helt Atli, at teir [...] fyrsta ferðin, at klaksvíkingurin slapp at byrja millum teir fyrstu ellivu á landsliðnum í týðandi. Ivaleyst nakað, sum kundi givið teimum flestu nakað av nervum, men sjálvur helt Atli, at hetta ikki hevði [...] tú ert kanska ikki heilt nøgdur um tapið? - Nei. Ikki minst, tí eg kendi, at vit kundu røkka javnleikinum. Men teir vísa seg at vera óhugnaliga effektivir, tá teir fáa møguleikan, og tað er kanska munurin
hjá honum í KR vóru hóskvøldið í Keflavík. Eftir at teir tvær tær fyrstu ferðirnar høvdu fingið fulla úrtøku, noyddust teir í KR hóskvøldið at staðfesta, at hesa ferð høvdu teir ikki eydnuna við sær. Heimaliðið [...] misnýtti brotsspark. Heimasíðan hjá KR veit at siga, at KR avrikið var vánaligt. Tað minti mest um tað í fyrsta umfarinum, tá ið teir vunnu, men vórðu sagdir at hava sýnt lítið sannførandi avrik. Rógvi Jacobsen [...] høvdu undan gjárkvøldinum einki stig fingið. Áðrenn Rógvi Jacobsen mikudagin fer at hittast við landsliðsliðfeløgunum at fyrireika seg til HM undankappingardystirnar á heimavølli ímóti Sveis og Írlandi
skrivaðu í mikudagsútgávu okkara, so var roknað við, at bæði KÍ og B36 fóru at kæru úrskurðuin um vantandi spæliloyvini. Ein úrskurður, sum hevur viðført, at tey bæði liðini í løtuni ikki eru partur av kappingini [...] er gjørt av, at kærur verða sendar inn. »Felagið harmast støðuna og hevur eisini tikið avleiðingar av hesum soleiðis at slíkir feilir í framtíðini ikki koma fyri aftur. Felagið metir tó at ítróttarligu [...] boðini á heimasíðuni mikukvøldið hesi: »Ein samd B36-starvsnevnd avgjørdi í gjárkvøldið, at leggja úrskurðin hjá FSF um at koyra B36 úr kappingini um Løgmanssteypið fyri dómsnevndina hjá FSF. B36 hevur altíð
siga, bara Gud. Soleiðis kunnu vit siga, at trúgv er gáva, tað er givið at trúgva. Trúgvin og kærleikin spíra framí hinum kristna felagsskapinum. Trúgvin kemur av at hoyra, sum Paulus ápostul sigur. So fáa [...] Sjálvur andin vitnar saman við anda okkara, at vit eru Guds børn Róm. 8,16 Hvítusunnan er andans hátíð. Andin kemur yvir ápostlarnar. Men vit trúgva sum kristin, at andin altíð er har, orðið verður boðað og [...] vitnir fyri øðrum. Vit gerast av sonnum kærleikans umboðsmenn og kvinnur. Ja, vit kunnu siga, at andin ger, at kristna trúgvin fær týdning fyri okkum, sigur okkum nakað og gerst tað, vit liva og doyggja
heilt stóru fyritøkunum í Europa. At keypa nýggju lánsbrøvini svarar tí til at keypa partabrøv, tó vi? tí týdningarmikla muninum, at íløgan er tryggja?. Tað vil siga, at um vísitali yvir hesi trý árini hækkar [...] er tað soleiðis við lánsbrøvum, at hesi hava eina fasta rentu, sum gjarna er nakað yvir tí, sum bankarnir vanliga bjóða á innlánskontum. Samstundis ger fasta rentan tó, at vinningurin ongantíð gerst so lokkandi [...] tað er nú ikki so galið avkast. Tað er tó sett eitt ovara mark fyri avkastinum, soleiðis at íleggjarin ikki kemur at fáa meira enn 50% í rentu yvir hesi trý árini. Men skuldi tað verið talan um slíka rentu
Fótbóltsfløga Hetta er triðju ferð, at HB gevur út tónleikaútgávu. Fyrstu sangirnir komu á eini EP í 1979, tá felagið fylti 75, og tað er einki at ivast í, at sangirnir á hesari framvegis teljast millum [...] meðan fleiri nøvn, sum ikki hava verið á nakrari HB-fløgu áður, eru at hoyra millum mongu røddirnar á fløguni. Og tað er lítið at ivast í, at eitt hitt heitasta lagið á fløguni er eitt nýtt fótbóltskvæði, har [...] hesaferð um ta góðsku, sum HB-útgávurnar higartil hava havt, so er einki at ivast í, at eisini hendan útgávan verður ein av teimum, sum fer at liggja frammi í heilt nógvum heimum komandi tíðina. Eisini hjá teimum
ímóti at venja, men meira tí venjingarhøllin er ein tíma í bussi burturi frá hotellinum, og so er munandi meira ómaksleyst at hava nakrar lættar venjingar í túninum framman fyri hotellið, soleiðis at vøddarnir [...] tá farið varð undir at spæla stikkbólt. Hetta var tó eisini harður kostur hjá venjarunum báðum, sum tóku lut í spælinum. Mest sum allar tóktust leikararnir hava sett sær fyri, at teir báðir í øllum førum [...] ferðina máttu teir eisini síggja deyðan í eyðuni, tá bóltarnir vórðu tveittir at teimum. Og so kann eisini leggjast afturat, at tað helst ikki bara vóru føroyingarnir á staðnum, sum hugnaðu sær hesa løtuna