Sum vit skrivaðu í mikudagsútgávu okkara, so var roknað við, at bæði KÍ og B36 fóru at kæru úrskurðuin um vantandi spæliloyvini. Ein úrskurður, sum hevur viðført, at tey bæði liðini í løtuni ikki eru partur av kappingini um Løgmanssteypið.
Nevndirnar í báðum feløgunum høvdu sama kvøld, sum úrskurðurin varð latin teimum, og í báðum førum er gjørt av, at kærur verða sendar inn.
»Felagið harmast støðuna og hevur eisini tikið avleiðingar av hesum soleiðis at slíkir feilir í framtíðini ikki koma fyri aftur. Felagið metir tó at ítróttarligu avleiðingarnar av niðurstøðuni hjá nevndini í FSF als ikki standa í mát við umsitingarliga mistakið, sum í hesum føri er talan um. Hetta sjónarmiði hevur formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF tikið undir við, alment í fjølmiðlunum, og tí hevur felagið avgjørt at kæra málið til Dómsnevndina samstundis sum felagið hevur biðið um innlit í viðgerðina av málinum«. Soleiðis staðfestir nevndin hjá KÍ í tíðindaskrivi, sum er sent fjølmiðlunum.
Og í B36 vóru boðini á heimasíðuni mikukvøldið hesi:
»Ein samd B36-starvsnevnd avgjørdi í gjárkvøldið, at leggja úrskurðin hjá FSF um at koyra B36 úr kappingini um Løgmanssteypið fyri dómsnevndina hjá FSF.
B36 hevur altíð havt skil í sínum skjølum, og tað hava vit framvegis. Okkara skjøl vísa nakað annað, enn tað FSF sigur, og vit halda okkum tí hava eina góða sak.«
Í B36 siga tey seg ikki vilja gera aðrar viðmerkingar til málið, fyrr enn dómur er fallin. Men sum vit nevndu í blaðnum í gjár, so vil B36 helst vera við, at leysgevingin av Eyðuni Højgaard til ÍF Føroyar ikki fór rætt fram, og at spæliloyvi hansara tí alla tíðina skuldi verið í B36.










