Johnny í Grótinum, formaður Búskaparráðsins
Í lesarabrævi í tíðindabløðunum tann 1. november hevur Jóhan Dahl ein fyrispurning til formann Búskaparráðsins um útgávuna av frágreiðing ráðsins. Tað er ikki á hvørjum degi, at løgtingsmenn vísa virksemi Búskaparráðsins ans, tí vil eg nýta høvi at takka Jóhan Dahl fyri sýndan áhuga. Í Búskaparráðnum verða vit ofta lastaði fyri at vera í so provokerandi, men í hesum førinum tykist fyrispurningurin fullkomiliga óprovokeraður, tí formanskapurin í ráðnum hevur onki fráboðað um konjunkturfrágreiðing ráðsins.
Svar uppá ítøkiligu spurningarnar:
(1) Um Búskaparráðið hevur gjørt sítt arbeiði higartil í ár til lýtar, má vera upp til Fíggjarmálaráðharran, Løgtingið og almenningin annars at meta um. Sambært lógini er endamálið við ráðnum "at fylgja við gongdini í landinum og at ráðgeva um búskaparlig viðurskifti", meira ítøkiliga skal formanskapurin í ráðnum minst eina ferð um árið gera "frágreiðing um gongdina í føroyska búskapinum, har mett verður um búskaparligu støðuna, útlitini framyvir, og hvørji tiltøk eiga at verða framd". Í august lat Búskaparráðið úr hondum eina frágreiðing um búskaparvøkstur í Føroyum, har búskaparfrøðilig ástøði og hagfrøði var nýtt til at lýsa tær avbjóðingar føroyska samfelagið hevur fyri framman, um ætlan Landsstýrisins at vera millum fremstu búskapir í 2015 skal fremjast í verki. Frágreiðingin var send Føroya Løgtingið, men hon er annars eisini atkomilig á heimasíðu ráðsins, www.ecouncil.fo. Annars er tað ætlan formansins eftir innanhýsis viðgerð av spurninginum at geva eina frágreiðing út afturat í ár, hendan frágreiðing viðgerð konjunkturgongdina í føroyska búskapinum.
(2) At konjunkturfrágreiðingin ikki er útkomin enn er onki óvanligt, tí bæði í 2000 og 2003 kom hendan frágreiðing í desember tey árini.
(3) Arbeiðarin er løn sína verdur" sigur svarta bók, men um ráðslimirnir eru sína samsýning verdir er - sambært lógini um Búskaparráð - ein spurningur millum Landsstýrið og ráðið.