Fótbóltsprát
Talan var sum so ikki um nakra debut, tí longu undan leygardegnum hevði Atli Danielsen verið á vøllinum í altjóða dystin átta ferðirnar.
Men dysturin leygardagin var fyrsta ferðin, at klaksvíkingurin slapp at byrja millum teir fyrstu ellivu á landsliðnum í týðandi. Ivaleyst nakað, sum kundi givið teimum flestu nakað av nervum, men sjálvur helt Atli, at hetta ikki hevði verið so øgiligt, kortini.
? Sjálvandi hevur tú altíð nakað av nervum, men eg havi hóast verið partur av hópinum nóg so leingi, og tí er talan ikki um eina púrasta ókenda støðu.
Tú hevði alt fyri eitt nakrar bóltberøringar. Hjálpti tað eisini at fáa nervarnar burtur?
? Sjálvandi. So merkir tú alt fyri eitt, at tú ert við í dystinum, og so eru ikki stundir at hugsa um so nógv annað.
Betri mikukvøldið
Spurdur um dystin, helt Atli, at teir høvdu havt eitt sera gott tak á Sveis.
? Í verjupartinum halda vit teimum sera væl, og sæð burtur frá hasum málinum, sum teir fáa eftir deyðbóltsstøðu, so skapa teir at kalla einki.
? Eftir steðgin halda vit fram við okkara spæli, og tá vit so eisini skora, trúi eg veruliga upp á javnleikin, men hann glapp so. Og hatta var eisini eitt sera keðiligt mál, sum teir fáa. Tað tekur púrasta luftina úr okkum, og so fáa teir eisini tað triðja málið, sum eg tó haldi vera off-side.
So tú ert kanska ikki heilt nøgdur um tapið?
- Nei. Ikki minst, tí eg kendi, at vit kundu røkka javnleikinum. Men teir vísa seg at vera óhugnaliga effektivir, tá teir fáa møguleikan, og tað er kanska munurin upp til yrkisleikarar, sum hvønn dag spæla á sera høgum støði. Men tað verður kanska betri mikukvøldið, segði Atli Danielsen at enda.