Triðja umfarið í íslendsku landskappingini varð á skránni hóskvøldið. Tá vórðu fýra dystir spældir. Síðsta uppgerðin skuldi verða spæld í gjárkvøldið, tá ið Fram sambært skránni skuldi hava vijtan av Þrótti.
Rógvi Jacobsen og liðfelagarnir hjá honum í KR vóru hóskvøldið í Keflavík. Eftir at teir tvær tær fyrstu ferðirnar høvdu fingið fulla úrtøku, noyddust teir í KR hóskvøldið at staðfesta, at hesa ferð høvdu teir ikki eydnuna við sær. Heimaliðið, Keflavík, vann 2-1. Teir skoraðu seinna málið upp á brotsspark, og KR misnýtti brotsspark.
Heimasíðan hjá KR veit at siga, at KR avrikið var vánaligt. Tað minti mest um tað í fyrsta umfarinum, tá ið teir vunnu, men vórðu sagdir at hava sýnt lítið sannførandi avrik. Rógvi Jacobsen var á miðvøllinum í vinstru í 4-3-3 spælskipan allar 90 minuttirnar. Fimm minuttir undan leikloki fekk Rógvi góðan møguleika at javna til 2-2, men stútarin hjá honum fór omanfyri tvørtræið.
Meistararnir úr FH vóru sera sannførandi, tá ið teir á Hafnafirði høvdu vitjan av ÍBV úr oyggjunum. FH vann 3-0, sum er so mikið stórur sigur, at hann sjáldan kemur fyri í bestu íslendsku deildini.
ÍA hevði á Akranesi vitjan av Grindavík. Heimaliðið vann 3-2, og teir fingu sigursmálið í síðstu løtu. Valur var á útivølli móti Fylkir, og tað eydnaðist gestunum at vinna 2-1. Harvið er Valur saman við FH á odda við níggju stigum ella við fullum stigatali. Saman við KR hava ÍA og Keflavík seks stig, Fram og Fylkir hava trý stig, og ÍBV, Grindavík og Þróttur, sum altso í gjárkvøldið var á vitjan hjá Fram, høvdu undan gjárkvøldinum einki stig fingið.
Áðrenn Rógvi Jacobsen mikudagin fer at hittast við landsliðsliðfeløgunum at fyrireika seg til HM undankappingardystirnar á heimavølli ímóti Sveis og Írlandi, so skal hann mánakvøldið í fjórða umfarinum í landskappingini spæla á heimavølli ímóti FH.