Ein niðurløgd brandstøð í Álandi var leygarkvøldið karmur um konsertina hjá føroyska sangfuglinum Eivør Pálsdóttir.
Konsertin var gáva frá Norðurlandahúsinum í Føroyum til Nordens Institut á Álandi í sambandi við 20 ára hátíðarhaldið.
Av áskoðaratalinum at døma var tað ein vælumtókt gáva. Hølini vóru fullsett, tá yvir 100 álendingar vóru savnaðir á gomlu brandstøðini, har Ålands Musikinstitut nú búleikast.
Hetta vikuskiftið var eitt tað konserserttættasta á øllum árinum í Álandi, og ikki hevur nógv verið at síggja um Eivør í álendsku fjølmiðlunum. Tí vóru fyrireikararnir sera glaðir, at so nógv komu at hoyra hana.
Eivør byrjaði við tveimum føroyskum løgum, men royndi seg eisini við fleiri sangum á svenskum.
Teir svensktalandi álendingarnar smíltust, tá Eivør segði:
- Tað er sum at eta sjokolátu at syngja á svenskum.
Áskoðarafjøldin var fjølbroytt, har vóru bæði ung og gomul - menn og kvinnur. Eivør var umringað av livandi ljósum, og konsertin var sera vøkur og hugnalig.
Lagið sum fekk best undirtøku var gamli føroyski sangurin »Mær leingist«. Eivør segði frá, at hetta lagið plagdi omma hennara at syngja tá hon stóð og bakaði bollar.
Eisini fekk Eivør álendingarnar at syngja við í frálíka lagnum »Just a friend of mine«.
Fleiri komu fram aftaná og takkaðu Eivør fyri tí fantastisku konsertina.
Tá eg hitti Eivør aftan fyri pallin er hon móð men stak nøgd.
- Álendsku áskoðararnir vóru ótrúliga fittligir - mær dámar so væl, tá tað er blandað av ungum og gomlum, sigur hon.
Hetta var ikki fyrstu ferð, Eivør sang í Álandi, hon hevur verið tvær ferðir fyrr við kóri og við bólkinum Yggdrasil. Hesaferð steðgaði hon bara tveir dagar á Álandsoyggjum.
Í næstum skal Eivør heim til Íslands at undurvísa á tveimum musikkskúlum og vónandi fáa tíð at skriva eitt sindur av nyggjum tónleiki.