Oddagrein· Ræðumynd veruleiki

Hin versta ræðumyndin hjá USA og Bretlandi í Miðeystri er eitt borgarakríggj í Irak. Tá lopið varð á Irak fyri trimum árum síðan, varð hildið, at alt fólkið í Irak sameint fór at fagna hersetingarvaldinum. Tað ráddi bert um at fella Saddamstýrið, so fór alt at laga seg av sær sjálvum. Men soleiðis kom tað ikki at ganga. Irak er ein statur víst so, men har eru stórir bólkar og stór spjaðing, ið sjálvsagt elvir til maktstríð, so skjótt ein einaræðisharri sum Saddam Hussein er burtur. Tað er henda myndin, sum USA og Bretland ikki dugdu at síggja, tá lopið varð á í óðum verkum fyri trimum árum síðani.

Í Irak eru tríggir stórir meginsamfelagsbólkar, sum í øldir hava staðið hvør móti øðrum. Hesir valdsbólkar eru kurdar, sunni muslimar og shia muslimar. Herumframt eru aðrir smærri men týðandi samfelagsbólkar t.d. tey kristnu. Ymsar kolveltingar- og byltingarstjórnir hava eftir annan heimsbardaga lagt nógva orku í at beina burtur mótsetningarnar millum hesar bólkar eitt nú við at skipa politiskar flokkar. Í ártíggjur var Baath flokkurin hjá Saddam Hussein tann formliga ráðandi politiski flokkurin. Roynt varð at sameina allar samfelagsbólkar í henda eindarflokk, men til fánýtis. Ein meginorsøkin var, at Saddam var ráður einaræðisharri og sunni muslimur. Hann forfylgdi kurdum og shia muslimum og gjørdist tí hataður av hesum bólkum.

Tað undrar nógv fólk fyri vestan, at irakiska fólkið ikki kann semjast, nú USA og Bretland hevur fríað hetta fólk fyri einaræðisharran. Hetta er torført at skilja, um ein hugsar sum ein vestulendskur demokratur. Sær ein hinvegin støðuna við eygunum hjá fólki og politikkarum í Miðeystri, er tað ikki so torført at skilja. Samgongan, sum leyp á Irak, hevði bert ein plan A  hon hevði ongan plan B. USA, Bretland og hini sameindu høvdu onga greiða hóming av, hvussu politiska tómrúmið eftir Saddam skuldi fyllast. Amerikanska stjórnin hugsaði sær ein leist sum tann japanska eftir annan heimsbardaga. Tað gekk ikki m.a. tí, at gjógvin millum kurdar, sunni- og shiamuslimar er ov stór. Nú hevur innanríksiráðharrin í Bagdad so formliga boðað frá, at borgarkríggj er í Irak  ræðumyndin er vorðin veruleiki. Henda støðan kann enda við, at fundamentalistiskir shia muslimar taka ræðið í Irak. Úrslitið verður, at vit fáa eitt Iran afturat í Miðeystri. Hendir hetta, má ein spyrja, hvat ið var vunnið við álopinum á Irak fyri trimum árum síðani.
Sosialurin