Í dag kl.15.00 varð almenn móttøka í býráðssalinum í Klaksvík fyri Boga á Steig, fráfarandi leiðara á Barnatannrøktini og Camillu Tardini, sum tekur við starvinum eftir Boga. Bogi á Steig hevur verið leiðari [...] formaður í Tænnlæknafelagnum tóku orðið og høvdu nógv gott at bera Boga, nú hann leggur frá sær. Camilla Tardini, sum er av Sælandi, er 43 ára gomul. Hon hevur drúgvar royndir sum tannlækni í Danmark og [...] og úti í heimi. Eitt nú hevur hon bæði arbeitt sum kommunalur tannlæknaleiðari og hevur átt egna tannlæknastovu í Danmark. Hon brettur uppum armar longu mánamorgunin 2. november.
venjaran hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti, Andreas F. Hansen. Føroyska kvinnulandsliðið vann tveir sigrar á Stórabretlandi í badmintonhøllini í Klaksvík hetta vikuskiftið. Ígjár vunnu føroysku [...] dekan ov nógvar málmøguleikar í báðum dystunum. Andreas heldur, at talan er um eitt meiri fleirstreingjað lið, enn liðið, sum royndi seg í EM-undankappingini í Bulgaria fyrr í ár. Liðið hevur nú bæði vinstra [...] føroysku kvinnurnar 31-16 stórsigur, meðan tað í dag gjørdist talan um betri mótstøðu, men kortini ein 24-18 (12-10) sigur til føroysku kvinnurnar. Andreas F. Hansen fegnast um báðar sigrarnar, og vísir aftur
mai er í dag, og tann betra tíðin av árinum skuldi verið í hondum, gera bæði vindur - fyri ikki at siga stormur - og vátakavi um seg kring landið í dag. Tað er serliga, har vegirnir liggja upp í hæddunum [...] koyrilíkindini í støðum eru heldur vánalig. Landsverk sigur í fráboðan, at í løtuni er ikki ráðiligt at koyra um Gjáarskarð við summardekkum. Men, tað er ikki bara um Gjáarskarð, at koyrilíkindini í minsta lagi [...] vindur kring um landið, og í fleiri støðum liggur vindurin í hvirlunum upp móti 30 m/s og oman fyri 30 m/s. Við Norðradalsskarð og á Fámjinsvegnum er vindurin í hvirlunum upp í ávikavist 31,5 og 32,6 m/s
formaður í Miðflokkinum, segði fyri viku síðani, at fullkomin javnstøða er ikki tað týdningarmesta fyri flokkin. Hinvegin hevur tað týdning fyri flokkin at hava valevni kring alt landið. Í dag var endaligi [...] Hartil eru umboð nú úr øllum teimum gomlu valdømunum, tí í dag vóru seks valevni løgd afturat listanum. Talan er um Karsten Hansen, ið ivaðist í, um hann skuldi taka eitt tørn afturat, Charlottu á Váli [...] Tórshavn Bill Justinussen, Glyvrar Karsten Hansen, Klaksvík Rani A. Skaalum, Tórshavn Rasmus Hammer, Skopun Lív Justinussen, Leirvík Vilhelm Hendrik í Skálanum, Hvalvík Esmar Petersen, Kollafjørður Maibritt
Tríggjar ferðir i nátt hevur løgreglan verið eftir fólki, sum ikki dugdu sær hógv. Í Klaksvík fekk løgreglan boð um ein bardaga, men tá ið tey komu á staðið, valdaði kortini aftur friður. Tað gjørdi tað [...] tað ikki, tá ið løgreglan varð boðsend at skilja tveir mans sundur, sum vóru farnir at berjast í miðbýnum í Havn. Teir bardust framvegis, tá ið løgreglan kom á staðið, men ongin skaði stóðst av bardaganum [...] sína bót fyri at hava brotið politiviðtøkurnar við at hava elvt til almennan ófrið. Og heilt tíðliga í morgun fekk løgreglan eina uppgávu, av tí meiri sjáldsama slagnum, tá ið ein maður ringdi og boðaði
1500 tons. Men, í ár sær øðrvísi út hjá einum parti av føroyska línuskipaflotanum - í øllum førum hjá teimum skipum, sum hava verið á Flemish Kap síðan fyrst í hesum árinum. Norðlýsið veit í dag at siga, [...] Flemish Kap í ár. - Vit eru nú farnir at sigla, hava fiskað 470 tons og hava selt fyri 10 miljónir krónur. Vit høvdu eina vánaliga ferð yvir, men veðrið hevur verið av tí besta, meðan vit hava fiskað. Í samrøðu [...] verið sera góður, undantikið seinastu dagarnar á túrinum. - Tað eru 55 dagar, síðan vit fóru av Klaksvík, og helvtin av tíðini er farin til sigling, harav vit einaferð hava verið inni og landað, sigur
Í hesum døgum er sannur fótbóltsfepur í Klaksvík, og klaksvíkingar eru sera spentir um mansliðið, sum í ár hevur staðið seg sera væl. Í Gøtu er eisini stórur áhugi fyri samanlagda fótbóltsliðnum Víkingi [...] FM-heiti vunnið síðani 1999. Tá í tíðini spældu spælararnir í svørtum gaggum, og bygdamenn megnaðu at vinna eitt FM-heiti fyri og annað eftir fyri nøsini á havnamonnum. Í 1990'unum myndaðu spælarar sum [...] fara nógvir av spælarunum, sum umboðaðu feløgini í 1990’unum og vunnið gull og heiður til síni feløg, aftur á vøllin. Ferðin verður neyvan tann sama sum í 90’unum, men undirhaldið verður ivaleyst gott.
Hóast tað er eitt sindur kalt í Klaksvík í kvøld, so er turt, og nógv fólk eru á Summarfestival. In.fo hevur júst hitt Símun Petur Olsen av Skála, og Rebekka Hansen av Glyvrum. Hetta er 6 árið á rað at [...] á hvørjum árið, so er tað ikki júst tónleikurin sum dregur í ár. - Eg havi tíma á festival hvørt ár, men eg havi ongantíð tíma so illa sum í ár, tí tað er einki tónleikanavn, sum eg orduliga vil hoyra
og hoyr samrøður við Kingu Eysturland í Klaksvík, sum er ein av fyrireikarunum, og eina samrøðu við Joannu Tamborska, serkøn í mentamálum hjá pólsku sendistovuni í Keypmannahavn. [...] er nú vorðin veruleiki. Í dag er møguleiki fyri at síggja trý dømi av pólskari filmslist í Norðurlandahúsinum. Vit avgjørdu at vísa nakrar filmar, sum fingu eina góða móttøku í heimlandi okkara, hava [...] Í morgin verður mentanartiltakið "Projekt Føroyar-Póland" á skránni í Norðurlandahúsinum. Tiltakið byrjar klokkan 14, og er sett at enda klokkan 18. Tríggjir pólskir filmar við enskum teksti verða sýndir
kvinnum í Føroyum, hevur vakt ans ymsastaðni. Sjálvt BBC hevur tikið tráðin upp í eini grein og á netinum sendingin er eisini løgd á netið við enskari tali Í greinini í BBC verður staðfestingin í donsku [...] menninir í Føroyum hava kanska funnið loysnina og tað er at fáa fremmandar kvinnur til Føroya og serliga er talið á kvinnum úr Filipsoyggjum stórt. Tey vísa eisini til Bjarna Ziska Dahl í Klaksvík, sum giftust [...] tað eru 2.000 fleiri menn enn kvinnur í Føroyum og tí noyðast føroyingar at innflyta konufólk fyri at varðveita samfelagið. Tey vísa á, at tað serliga eru kvinnur í burðarførum aldri, sum flyta úr Føroyum