Hóast 6. mai er í dag, og tann betra tíðin av árinum skuldi verið í hondum, gera bæði vindur - fyri ikki at siga stormur - og vátakavi um seg kring landið í dag. Tað er serliga, har vegirnir liggja upp í hæddunum, at koyrilíkindini í støðum eru heldur vánalig.
Landsverk sigur í fráboðan, at í løtuni er ikki ráðiligt at koyra um Gjáarskarð við summardekkum. Men, tað er ikki bara um Gjáarskarð, at koyrilíkindini í minsta lagi eru ivingarsom - fyri ikki at siga vánalig við summardekkum.
Viðhefta mynd er tikin á vegnum millum Vestmanna og Kvívík um 16-tíðina í dag. Her er vátakavi, kraput á vegnum og heilt fitt av vindi í hvirlunum. Koyrilíkindini vóru enn hampilig, um koyrt verður eftir umstøðunum.
Sambært Landsverki er framvegis nógvur vindur kring um landið, og í fleiri støðum liggur vindurin í hvirlunum upp móti 30 m/s og oman fyri 30 m/s. Við Norðradalsskarð og á Fámjinsvegnum er vindurin í hvirlunum upp í ávikavist 31,5 og 32,6 m/s.
Hálkuávaring er eisini um fleiri støð kring landið, eitt nú við Gerðarbø í Klaksvík, Kambsdali, Norðskálatunnilin, á Høgareyni og í Vatnsoyrum.










