Tá frægast hevur gingist hjá føroyska línuskipaflotanum seinnu árini, hava tey skip, ið hava havt størsta veiðivirðið, sjáldan fiskað fyri meira enn einar 15-17 miljónir krónur.
Eitt slíkt ár hevur veiðinøgdin hjá hesum skipum ligið millum 1300 og 1500 tons.
Men, í ár sær øðrvísi út hjá einum parti av føroyska línuskipaflotanum - í øllum førum hjá teimum skipum, sum hava verið á Flemish Kap síðan fyrst í hesum árinum.
Norðlýsið veit í dag at siga, at Líggjas Johannesen, skipari á línuskipinum Klakki, er sera væl nøgdur við fiskiskapin á Flemish Kap í ár.
- Vit eru nú farnir at sigla, hava fiskað 470 tons og hava selt fyri 10 miljónir krónur. Vit høvdu eina vánaliga ferð yvir, men veðrið hevur verið av tí besta, meðan vit hava fiskað.
Í samrøðu við Norðlýsið sigur skiparin, at fiskiskapurin á Flemish Kap hevur verið sera góður, undantikið seinastu dagarnar á túrinum.
- Tað eru 55 dagar, síðan vit fóru av Klaksvík, og helvtin av tíðini er farin til sigling, harav vit einaferð hava verið inni og landað, sigur Líggjas Johannesen.
Viðhefta mynd er tikin umborð á Klakki á ferðini vestur um hav, tá alt havið stóð í einum roki.