Miðflokkurin umboðaður í øllum valdømunum

Miðflokkurin er nú endaliga klárur við valevnum. Fjórðingurin kvinnur og umboð eru úr øllum gomlu valdømunum

Miðflokkurin hevur nú lagt valskrá sína og ein fullfíggjaðan valevnislista. Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, segði fyri viku síðani, at fullkomin javnstøða er ikki tað týdningarmesta fyri flokkin. Hinvegin hevur tað týdning fyri flokkin at hava valevni kring alt landið.

 

Í dag var endaligi listin klárur. Tilsamans verða 16 valevni, 12 mans og fýra kvinnur. Tað er altso fjórðingurin kvinnur á listanum hjá Miðflokkinum. Hartil eru umboð nú úr øllum teimum gomlu valdømunum, tí í dag vóru seks valevni løgd afturat listanum. Talan er um Karsten Hansen, ið ivaðist í, um hann skuldi taka eitt tørn afturat, Charlottu á Váli Olsen og Frank Jacobsen, ið bæði hava stillað upp áður. Afturat teimum eru komin nýggj valevni, sum eru Margretha Kjærbæk úr Vági, Rúni Johansen úr Streymnesi og Sigmund Andreasen úr Vági.

 

Valevnislistin hjá Miðflokkinum sær nú soleiðis út:

Jenis av Rana, Tórshavn
Bill Justinussen, Glyvrar
Karsten Hansen, Klaksvík
Rani A. Skaalum, Tórshavn
Rasmus Hammer, Skopun
Lív Justinussen, Leirvík
Vilhelm Hendrik í Skálanum, Hvalvík
Esmar Petersen, Kollafjørður
Maibritt Fredriksberg, Strendur
Martin Kúrberg, Eiði
Jákup Suni Lauritsen, Sørvágur
Charlotta á Váli Olsen, Tórshavn
Frank Jacobsen, Tórshavn
Margretha Kjærbæk, Vágur
Rúni Johansen, Streymnes
Sigmund Andreasen, Vágur