Í dag kl.15.00 varð almenn móttøka í býráðssalinum í Klaksvík fyri Boga á Steig, fráfarandi leiðara á Barnatannrøktini og Camillu Tardini, sum tekur við starvinum eftir Boga.
Bogi á Steig hevur verið leiðari á Barnatannrøktini seinastu 40 árini. Hesi árini hevur barnatannrøktin ment seg bæði í bygnaði og góðsku, og tennirnar hjá klaksvíksbørnum eru blivnar reinari, sterkari og betri, takkað verið stóra arbeiðnum, sum hvønn dag verður gjørt á Barnatannrøktini – hetta undir leiðslu av Boga á Steig.
M.a. hetta segði borgarstjórin, Jógvan Skorheim, sum helt røðu fyri Boga og avloysaranum Camillu Tardini og legði afturat, at Camilla kemur til eina væl rikna tannlæknastovu - kommunala barnatannrøktina.
Eisini Marjun Biskopstø, tannlækni, Halldis Á Grønastøð, tannlækni og Odmar Færø, tannlækni og formaður í Tænnlæknafelagnum tóku orðið og høvdu nógv gott at bera Boga, nú hann leggur frá sær.
Camilla Tardini, sum er av Sælandi, er 43 ára gomul. Hon hevur drúgvar royndir sum tannlækni í Danmark og úti í heimi. Eitt nú hevur hon bæði arbeitt sum kommunalur tannlæknaleiðari og hevur átt egna tannlæknastovu í Danmark. Hon brettur uppum armar longu mánamorgunin 2. november.