Tað er ikki tónleikurin sum dregur okkum í ár

Hóast tað er eitt sindur kalt í Klaksvík í kvøld, so er turt, og nógv fólk eru á Summarfestival.

In.fo hevur júst hitt Símun Petur Olsen av Skála, og Rebekka Hansen av Glyvrum.

Hetta er 6 árið á rað at tey eru á Summarfestival, og hóast tey hava hug at koma aftur á hvørjum árið, so er tað ikki júst tónleikurin sum dregur í ár.

- Eg havi tíma á festival hvørt ár, men eg havi ongantíð tíma so illa sum í ár, tí tað er einki tónleikanavn, sum eg orduliga vil hoyra, sigur Símun Petur.

Ístaðin fyri at lurta eftir tónleiki, ætla tey at ganga runt og práta við fólk, og annars bara hugna sær.

- Vit lurtaðu eftir Twisted Sister, og tað var stuttligt at hava hoyrt teir, men tað var ikki akkurát nakað fyri meg, sigur Símun Petur.

Spurd hvat tey halda um tónleikin, sum hevur verið undanfarnu árini, so eru tey mong nøvn sum tey hava verið glað fyri.

- Besta konsertin hjá mær á Summarfestivalinum, er heilt sikkurt Westlife, sigur Rebekka.

Restina av festivalinum ætla tey bara at hugna sær saman við vinfólki, og práta við fólk.