Projekt Føroyar-Póland í Norðurlandahúsinum

(Ljóðsamrøður) Hoyr samrøður við Kingu Eysturland og Joannu Tamborska um tiltakið, sum verður í Norðurlandahúsinum í morgin

Í morgin verður mentanartiltakið "Projekt Føroyar-Póland" á skránni í Norðurlandahúsinum. Tiltakið byrjar klokkan 14, og er sett at enda klokkan 18.

 

Tríggjir pólskir filmar við enskum teksti verða sýndir á tiltakinum.

 

Fyrireikarnir siga í tíðindaskrivi: - Hugskotið um at skipa fyri hesum tiltakinum fingu nakrir póllendingar, sum leingi hava havt áhuga fyri Føroyum og føroyskum viðurskiftum. Í februar fekk Sakaris Stórá eina virðisløn á festivalinum í Berlin og vit hugsaðu at tað hevði verið áhugavert at vísa film hansara "Vetramorgun" í Póllandi. Samstundis vildu vit gjarna vísa nakrar pólskar filmar fyri føroyingum.
Tann dreymurin er nú vorðin veruleiki. Í dag er møguleiki fyri at síggja trý dømi av pólskari filmslist í Norðurlandahúsinum. Vit avgjørdu at vísa nakrar filmar, sum fingu eina góða móttøku í heimlandi okkara, hava artistiska virðið í sær og geva ikki hyggjaranum nøkur greið svar ella niðurstøður. Hesir eru fimarnir, sum vit kunnu vera stolt av og vit eru eisini errin av at kunna vísa teir í hesum elskaða oyggjalandi okkara.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøður við Kingu Eysturland í Klaksvík, sum er ein av fyrireikarunum, og eina samrøðu við Joannu Tamborska, serkøn í mentamálum hjá pólsku sendistovuni í Keypmannahavn.