byrjanini av endaumfarinum, tá tær lógu niðast. Men tær hava so sanniliga víst, at tað er dugur í teimum. Hetta sást serliga í tí »horvna« dystinum, sum var leiktur seinasta hóskvøld. Horvna, tí hann stendur [...] ein dyst undan hesum umfarinum. Men tað setti bert Fleyr-leikararnar enn meira upp. Fleyr var væl fyri henda dagin. Rúna Hentze, spælskipari hjá Fleyr, leikti væl, men tað vóru serliga tvær sum stungu [...] sera skjót á baklinjuni. Hon savnar nógvar bóltar upp, sum hinar ikki fáa hendur á. Tað er at vóna fyri Fleyr, at hon heldur fram næsta ár, tí har kann nógv gott spyrjast burturúr, tað er vist. Fleyr gjørdi
Tey hava bæði 89 atkvøður í part av teimum 179 atkvøðunum, sum eru í fólkatinginum. Tað er eingin loyna, at tað hevur leikað hart á Jóannes Eidesgaard um at atkvøða fyri Birte Weiss, men longu á fundinum [...] atkvøðugreiðsluni um tingformannin. Óli Breckmann tungan Hinvegin fer Óli Breckmann uttan iva at atkvøða fyri borgarliga valevninum, og sostætt verða tað ikki donsku fólkatingsmenninir, sum koma at gera av valið [...] sum eru í salinum. Stendur á jøvnum, so verður valið avgjørt við lutakasti, og er tað sera óheppið fyri stjórnina - at fyrsta atkvøðugreiðslan skal avgerast við lutakasti.
umdømisvaldir tingmenn eru í valdøminum. Fyri Suðurstreymoyar valdømi merkir tað, at nú kunnu bert 11 valevni stilla upp, meðan tað framman undan vóru 16. Talið av teimum, sum kunnu stilla upp, er soleiðis (tølini [...] tríggjar vikur innan valið. Feløgini hava tí tvær vikur at gera listarnar klárar. Fleiri feløg hava fyri mánaðum síðani hildið fyrsta uppstillingarfundin. Í kvøld hevur Suðurstreymoyar Javnaðarfelag 2. og
Avlopið í 1997 var 1,4 mió. krónur ímóti 4,6 mió. krónum árið fyri. Orsøkin til at úrslitið í 1997 er verri kemst fyrst og fremst av, at IRF fyri fyrstu ferð hevur goldið rentur av lánunum frá Føroya Landsstýri [...] IRF skal fáa burtur. Men tað kann tó fara at taka langa tíð. Rakstrarætlanin fyri 1998 vísir eitt yvirskot uppá 181, so fyri at fáa - 2,8 millión burtur tekur nøkur ár. [...] Lønarútreiðslurnar hækkaðu við umleið einari millión. Leiðslan fær nú 1,55 mió. kr. ímóti 1,49 árið fyri, meðan lønirnar til starvsfólk hækkaðu úr 5,4 til 6,3. Samlaðu lønarútreiðslurnar vóru í 1997 8,8
soleiðis sum mong fólkafloksfólk helst vilja síggja sín flokk! TAÐ man níva og kennast svárt fyri nógvar at teimum góðu gomlu fólkafloksstuðlunum at síggja og hoyra, hvussu formaðurin í tingbólkinum hjá f [...] sambandskur og sendingin í sjónvarpinum herfyri, har hann hálsfevndi sambandsflokkin fyri enn eitt valskeið man kennast herskin fyri mong fólkafloksfólk, sum halda, at flokkurin hevur amast nokk uppat sambandsflokkinum [...] sett út í kortið í mong mong ár. Hvussu kann nakar taka ein flokk fyri fult, sum á sínum landsfundi erklerar seg sum sjálvstýrisflokk - fyri síðani at lata sín fremsta talsmann sama dag sum val er útskrivað
til arbeiði hjá Føroysku Filippinsku Tænastuni (FFT) ella at tekna seg sum sponsor hjá einum barni fyri 120 kr. um mánaðin. Fjølbroyttir hjálparmøguleikar Um ein teknar seg sum sponsor hjá einum barni fær [...] barnið og familjuna og mynd av barninum. Ein kann skriva saman við barninum og familjuni og senda teimum eyka gávur av og á ella regluliga. Føroysk Filippinsk Tænasta kann nærum skræddaraseyma eitt hjá [...] eisini lut í sjúkrakassanum hjá FFT á Filippinunum. Foreldur ella verjar, sum ikki hava ráð at gjalda fyri skúlagongd, hava ei heldur møguleika at gjalda læknaviðgerð og sjúkrahúsinnlegging hjá teirra sjúku
restin av føroyingum hevur brúk fyri hesum sambandi, men tí at ein slík samferðsluíløga er avgerandi partur í einari miðvísari útbygging av landi okkara. Landinum fyri allar føroyingar. Allur flokkurin [...] kkurin fór til val uppá m.a. júst at skapa fortreytir fyri, at tað eisini verður liviligt í útjaðaranum. Vit verða virðiliga umboðið á tingi Fyri okkum í Javnaðarflokkinum í Vágum er tað lætt at bjóða [...] num av kreppuni 1992 og 1993 hevur tikið rættiligt dik á seg. Flokkurin tekur als ikki undir við teimum útlendsku serfrøðingunum, sum góðu miðsavningarkreftunum í Suðurstreymi vind í seglini. Lætt hjá
restin av føroyingum hevur brúk fyri hesum sambandi, men tí at ein slík samferðsluíløga er avgerandi partur í einari miðvísari útbygging av landi okkara. Landinum fyri allar føroyingar. Allur flokkurin [...] kkurin fór til val uppá m.a. júst at skapa fortreytir fyri, at tað eisini verður liviligt í útjaðaranum. Vit verða virðiliga umboðið á tingi Fyri okkum í Javnaðarflokkinum í Vágum er tað lætt at bjóða [...] num av kreppuni 1992 og 1993 hevur tikið rættiligt dik á seg. Flokkurin tekur als ikki undir við teimum útlendsku serfrøðingunum, sum góðu miðsavningarkreftunum í Suðurstreymi vind í seglini. Lætt hjá
Tað finnast nógvir háttir at leita sær nýtt arbeiði. Í góðu gomlu døgunum ? tvs. fyri nøkrum árum síðani ? ráddi um at granska starvslýsingarnar í bløðunum, ella senda ein javnan streym av umsóknum í eyst [...] telefongjaldið. Tað finnast tveir høvuðsmátar at søkja starv á Netinum. Tú kanst søkja í einum av teimum mongu starvsbankunum, har í hundraðtali av leysum størvum eru at finna, ella tú kanst vóna eftir [...] skjótur máti at fáa yvirlit yvir, hvørji spennandi størv finnast. Um dreymastarv títt ikki finst á teimum vanligu økjunum, og tað gera størv inna mentan og undirhald til dømis ikki, kanst tú royna við eini
Sum fólk í frælsum landi, mugu vit læra at vinna pening burtur úr øllum teimum møguleikum, vit hava og teimum, sum enn liggja ónýttir og bíða eftir okkum. Vit skulu læra at fáa pening burtur úr okkara [...] Vit skulu læra okkum at fáa meira burtur úr teimum møguleikum, ið eru, meðan teir eru, tí tað skapar trivna og styrkir um búskapin. Vit høvdu traditión fyri klippfiski í sínari tíð, men í dag útflyta vit [...] virðiliga lønandi. Tað er tí als ikki rætt, tá ið summi siga, at allir veiðimøguleikar innan fyri og uttan fyri føroyska fiskimarkið eru fult troyttir. Leiðin til framburð Kanska vekja hesar reglur nakrar