Sjálvt gamli fólkaflokshøvdingin er farin at taka til pennin og meta um, hvør er góður at umboða okkum og hvør als ikki má sleppa framat.
Fasta sambandið
stig nr. 1 í íløguætlan Javnaðarfloksins
Vit fara í samgongu at leggja alla orku í at binda Vágar og Streymoy saman. Hetta er ikki bara tí, at flogvøllurin er her, og restin av føroyingum hevur brúk fyri hesum sambandi, men tí at ein slík samferðsluíløga er avgerandi partur í einari miðvísari útbygging av landi okkara. Landinum fyri allar føroyingar.
Allur flokkurin stendur aftanfyri
Fremsta ætlan Javnaðarfloksins er, at í Føroyum skulu allir landsmenn okkara liva, hvar enn teir í landinum velja at búseta seg. Vit ganga harðliga ímóti tí miðsavning, sum í kjalarvørrinum av kreppuni 1992 og 1993 hevur tikið rættiligt dik á seg. Flokkurin tekur als ikki undir við teimum útlendsku serfrøðingunum, sum góðu miðsavningarkreftunum í Suðurstreymi vind í seglini.
Lætt hjá Javnaðarflokkinum í Vágum
Tí er tað so lætt hjá Javnaðarflokkinum í Vágum at taka so avgjørda støðu fyri fasta sambandinum. Vit hava bæði verandi tingmanning, starvsnevnd og floksleiðslu einmælt aftanfyri okkum. Tað var eisini tí, Marita Petersen í SVF, tað kvøldið valið varð útskrivað, floksins vegna kundi siga, at Javnaðarflokkurin fór til val uppá m.a. júst at skapa fortreytir fyri, at tað eisini verður liviligt í útjaðaranum.
Vit verða virðiliga umboðið á tingi
Fyri okkum í Javnaðarflokkinum í Vágum er tað lætt at bjóða okkum fram sum umboð á løgtingi og í landsstýri. Vit vita, at vit hava allan flokkin aftanfyri okkum í stríðnum at skapa eina framtíð í Vágum.
Vit hava allan flokkin aftanfyri okkum í málinum um fasta sambandið um Vestmannasund, og vit hava allan flokkin aftan fyri okkum í málinum um nútímansgerð og útbygging av Vága Floghavn.
Fara ikki at brúka orkuna uppá Fólkaflokkin
Vit í Javnaðarflokkinum ætla ikki at brúka okkara orku at sannføra vágafólk og aðrar føroyingar um, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin als ikki vóru sína uppgávu vaksnir. Tað er at undirmeta veljaran.
Sv. Aage ilt við
at vera sakligur
At Sv. Aage Ellefsen hevur ilt við at vera sakligur og sannførur er einki nýtt. Eitt gott dømi er reypið um pengarnar, hann sum landsstýrismaður sigur seg hava sett á fíggjarlógina til tunnilsgerð í Vágum. Satt er, at 6 milliónir vórðu settar á fíggjarlógina. Men hesar vóru als ikki ætlaðar til Vestmannasund. Og hvat vildi Aage við 6 mill. til Vestmannasund, annað enn eisini tá at halda vágafólk fyri tað turra spott?
Tað skal sigast, at hin viðmerkjarin, Ivan Johannesen, er sakligari.
Okkum nýtist ikki nakran politiskan orðsnilling at siga okkum, at umboðini á løgtingi og landsstýri úr Vágum hava snorksovið.
Ikki eitt oyra
sett á fíggjarlógina
Í uppskoti landsstýrisins til fíggjarlóg 1996 og 1997 var einki oyra til fasta sambandið um Vestmannasund. Hvørki Ivan Johannesen, Suni Jacobsen ella umboðið hjá Aaga, Jørgin Niclassen, høvdu hugsað um og minni strongt á samgongufelagan Sámal Petur í Grund, landsstýrismannin í samferðslumálum. Hetta er bara so, tíverri.
Ambitiónsstigið lágt
Heldur Aage framvegis, at hetta eru røttu umboðini ella hann sjálvur, sum við sínum politiska snildi kláraði at seta seks milliónir á fíggjarlógina í 1993 til »tunnilsgerð«, so vita vágafólk, hvat tey kunnu vænta. Ambitiónsstigið er ikki serliga høgt.