Jóannes Eidesgaard, fólkatingsmaður: ? Eg velji ongan formann

? Eg havi tríggjar møguleikar: At gera avtalu við føroyska veljaran, við Óla Breckmann ella við Poul Nyrup Rasmussen. Eg fari at halda vallyftið, sum vit góvu veljarunum - og taki tí ikki støðu til, hvør verður formaður í Fólkatinginum, sigur Jóannes Eidesgaard

? Eg fari ikki at greiða atkvøðu, tá fólkatingið í dag fer at velja nýggjan formann.

So greiða niðurstøðu er nýggi føroyski fólkatingsmaðurin, Jóannes Eidesgaard komin til í samband við, at stórt trýst hevur verið lagt á hann um at stuðla valinum av javnaðarkvinnuni, Birte Weiss. Og hervið økist spenningurin í donsku politisku skipanini enn meira, tí stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen tykist leggja sera stóran dent á ikki at tapa stríðið um formannin.

Jóannes Eidesgaard sigur, at hann framvegis stendur fastur við sítt lyfti um ikki at blanda seg í danskan innanríkispolitikk. Og er tað orsøkin til, at hann ikki fer at greiða atkvøðu til formansvalið í dag.

? Eg havi tríggjar møguleikar:

? Eg kann gera eina avtalu við føroyska veljaran - so sum eg longu havi gjørt - um ikki at blanda meg í danskan innanríkispolitikk.

? Eg kann gera eina avtalu við Óla Breckmann um, at vit báðir atkvøða og harvið neutralisera hvønn annan - og harvið at blanda okkum í danskan innanríkispolitikk.

? Ella eg kann gera eina avtalu við Poul Nyrup Rasmussen um valið av formanninum. Men tá blandi eg meg eisini í danskan innanríkispolitikk og bróti avtaluna við føroyska veljaran. Tað ætli eg mær ikki at gera, segði Jóannes Eidesgaard, tá vit hittu hann á flogvøllinum í gjár, beint áðrenn hann fór í flogfarið hjá Atlantsflog til Keypmannahavnar.

? Eg havi givið míni vallyfti, so sum eg fleiri ferðir havi víst á síðani valið í síðstu viku. Eg havi gjørt eina avtalu við stjórnina um bankamálið, um skuldarspurningin og um ríkisrættarligu viðurskiftini. Við hesu avtalu eru danski Javnaðarflokkurin og føroyski Javnaðarflokkurin komnir ásamt um, at eg ikki fari at fella stjórnina.

? Tað er bara tað, vit eru komin ásamt um, og harvið verður tað - eg greiði ikki atkvøðu um tingformannin.


Frá sum ráðharri - at gerast formaður

Tvinni formansuppskot eru, Birte Weiss úr Javnaðarflokkinum, sum í gomlu stjórnini var heilsumálaráðharri. Júst tí Poul Nyrup Rasmussen hevur ætlað henni formanssessin, var hon ikki millum ráðharranar í nýggju stjórnini.

Hitt valevnið er Ivar Hansen úr Vinstraflokkinum, sum seinastu tíðina hevur verið formaður í tingbólkinum hjá Vinstra. Tey hava bæði 89 atkvøður í part av teimum 179 atkvøðunum, sum eru í fólkatinginum. Tað er eingin loyna, at tað hevur leikað hart á Jóannes Eidesgaard um at atkvøða fyri Birte Weiss, men longu á fundinum við Poul Nyrup Rasmussen og leiðsluna í danska Javnaðarflokkinum hóskvøldið gjørdi Jóannes Eidesgaard greitt, at hann ikki fór at taka lut í atkvøðugreiðsluni um tingformannin.


Óli Breckmann tungan

Hinvegin fer Óli Breckmann uttan iva at atkvøða fyri borgarliga valevninum, og sostætt verða tað ikki donsku fólkatingsmenninir, sum koma at gera av valið. Óli Breckmann verður tískil tungan á vágskálini sum ger, at nýggi fólkatingsformaðurin verður funnin við lutakasti.

Fær Poul Nyrup Rasmussen ikki Sentrumsdemokratarnar at stuðla valinum av Birthe Weiss, verður talan um eina sera spennandi atkvøðugreiðslu, og verður Jóannes Eidesgaard tann áhugaverdasti fólkatingsmaðurin, tá trýst verður á knøttarnar. Øll tey 356 eyguni í fólkatingssalinum fara at venda móti honum, eins og øll upptøkutól, sum eru í salinum.

Stendur á jøvnum, so verður valið avgjørt við lutakasti, og er tað sera óheppið fyri stjórnina - at fyrsta atkvøðugreiðslan skal avgerast við lutakasti.