Rakstraryvirskot uppá 1,5 mió. krónur

Roknskapurin hjá IRF er almannakunngjørdur og hann vísir enn einaferð yvirskot, fimta árið á rað. Inntøkurnar eru tríggjar mió. krónur hægri enn árið frammanundan og samstundis er felagsskapurin farin at gjalda landskassanum rentur

IRF hevur almannakunngjørt roknskapin, sum fimta árið á rað vísir rakstraryvirskot.

Avlopið í 1997 var 1,4 mió. krónur ímóti 4,6 mió. krónum árið fyri.

Orsøkin til at úrslitið í 1997 er verri kemst fyrst og fremst av, at IRF fyri fyrstu ferð hevur goldið rentur av lánunum frá Føroya Landsstýri.

Annars hækkaðu inntøkurnar hjá IRF aftur í fjør.

Inntøkurnar hjá IRF vóru 3 mió. krónur hægri enn tær vóru í 1996.

Vøksturin kemst av, at gjaldið frá virkjum hækkaði við tveimum milliónum, meðan kommunugjøldini hækkaðu við einari millión.

Men eisini útreiðslurnar hækkaðu.

Lønarútreiðslurnar hækkaðu við umleið einari millión.

Leiðslan fær nú 1,55 mió. kr. ímóti 1,49 árið fyri, meðan lønirnar til starvsfólk hækkaðu úr 5,4 til 6,3.

Samlaðu lønarútreiðslurnar vóru í 1997 8,8 mió. krónur.

IRF gjørdi størri avskrivingar í 1997 enn teir gjørdu í 1996. Í ársfrágreiðingini hjá IRF stendur, at hækkaðu avskrivingarnar í høvuðsheitum stava frá, at gamla umlastingarstøðin í Suðuroy er liðugt avskrivað.

Sum nevnt hækkaðu rentuútreiðslurnar hjá IRF í fjør. 1997 var fyrsta árið fekk rentur goldnar av skuldini hjá IRF. Samlaðu rentuútreiðslurnar vóru tí 3 mió. krónur hægri í fjør enn í fyrra árið.


Negativa eginogn

Fíggjarstøðan hjá IRF javnvigar við 98,1 mió krónum.

Støðisognin hjá felagsskapinum er uppá 91,6 mió, harav vigar brennistøðin sjálv tyngst. Virðið á brennistøðini er 61,6 mió krónur.

Afturat hesum koma uml. 6,5 milliónir sum tøkur peningur og skuldarar, soleiðis at samlaða ognin er uppá kr. 98,1 mió. krónum.

Skuldin hjá felagsskapinum er soleiðis samansett, at 94,2 mió. eru langfreistað skuld, meðan 5,9 milliónir eru stuttfreistað skuld.

Sum tað sæst, gerst hetta meira enn 98,1millión, men tá eginognin er negativ javnvigar fíggjarstøðan.

Tað at hava negativa eginogn er ikki serliga gott, men tað kemst serliga av teimum fyrstu tungu árunum. Rentuútreiðslurnar vóru serliga høgar, næstan trýfalt av tí tær eru í dag.

Hetta merkti sjálvsagt úrslitið og eginognina, og tað er hesin arvur IRF skal fáa burtur.

Men tað kann tó fara at taka langa tíð. Rakstrarætlanin fyri 1998 vísir eitt yvirskot uppá 181, so fyri at fáa - 2,8 millión burtur tekur nøkur ár.