fáa minni til landshúsarhaldið, so tað verður upp aftur truplari at játta heilsuverki og skúlaverki okkara tann neyðuga peningin? Ella skulu vit lata vera við at skerja inntøkurnar hjá landskassanum, og hava
hevur løgmaður skift hann út, tí løgmaður er ikki nøgdur við avrik hansara. ÁRNI Olafson er helst okkara mest royndi maður á hesum øki, og tí undrast bæði politikarar og almenningurin. Summi eru ikki sørt [...] kravið er at fáa eina grundgeving frá løgmanni, hví Árni Olafson er skiftur út! VERÐUR tað næsta, at okkara mest royndi maður í uttanríkistænastuni eisini verður koyrdur frá í nevndini, sum samráðist við bretar
tíð til koyring, tí tað er bæði myrkt og oftandi hálka eisini. TAÐ skal tí vera okkara inniliga áheitan á allar okkara lesarar um at lata bilin standa, tá farið verður til jólafrokost. Tit seta lívini
er at hava gott samband við fólkið úti kring landið. Í hesum sambandi er tað okkara vón, at fólk fara at taka væl ímóti okkara blað- og myndafólkum. Vilja fólk vera heimildarfólk hjá Sosialinum, so eru tit [...] . TAÐ er ikki hvønn dag, at høvi er at koma inn í hvørt heim í Føroyum. Hetta er tó málsetningur okkara, tá vit runda næstu øld. Av tí at vit í løtuni eru avmarkað til bert at kunna prenta 32 síður hava [...] Setið tykkum í samband við okkum í dag sum ein annan dag, og vit tosa um hetta. NÝGGJASTA tiltak okkara er INTERNETBLAÐIÐ. Har fáa allir føroyingar úti sum heima møguleika at síggja Sosialin alt fyri eitt
málunum sohvørt tey eru fyri í tinginum. HETTA er í sær sjálvum áhugavert, tí tað er ein avbjóðing fyri okkara politisku skipan. Men spurningurin er so, um hetta er rætta tíðin at royna eina slíka, nú tá leiðarin
sessin. Men at hetta er ónátúrligt, tað eru vit ikki samd við Rúnu Sivertsen í. Javnstøðulógin er í okkara hugaheimi ein fyribils lóg, sum skal framskunda eina hugburðsbroyting - eina hugburðsbroyting, sum [...] er bara tann, at hendan broyting hendir ov seint, um vit ikki framskunda hana. Taka vit grannalond okkara, Danmark, Noreg og Svøríki, so eru tey fremri enn vit, tá tað kemur til javnstøðu. Í Norska Stórtinginum
fjarskiftissamfelagið. Vit vóna við hesum fyrst og fremst at geva okkara brúkarum eina betri tænastu. Vit vóna við hesum at geva okkara landsmonnum í fremmandum londum og á skipaflotanum somu møguleikar [...] ymiskir miðlar og brúkararnir skal hava atongd til báðar hesar. Við Internetsosialinum fáa lýsarar okkara eitt einastandandi høvi at koma út til eina breiða fjøld av kundum. Møguleikarnir fyri at variera [...] menning og trivnað. Við hesum bjóða vit øllum vælkomin á Sosialin á internetinum og vóna at hetta okkara tiltak verður við til at lyfta Føroyar inn í næsta ártúsund, og at borgarar, vinnulív og samfelag
VIÐMERKINGIN hjá Sigurði Poulsen er eitt greitt varskó til okkara myndugleikar og landsstýri, sum hevur latið staðið til, meðan ein stórur partur av okkara fiski er farin óvirkaður av landinum. Samstundis sum [...] Sosialurin verið fremsti talsmaður fyri at góðska okkara tilfeingi meira, tí vit halda, at tað kann ikki vera rætt, at týskara, bretar ella danir skulu virka okkara fisk, so hann er klárur at leggja á pannuna [...] SIGURÐ Poulsen ger greitt, at vit umsita ikki okkara fiskatilfeingi nóg væl. Í samrøðuni vísir hann á, at vit bera okkum skeivt at á fleiri mótum. FYRI tað fyrsta løgdu vit aftur alla orku í at tráðroyna
er tað so týdningarmikið, at okkara politikarar kunna seg væl við allar tættir í málinum og virka út frá hesum. Her skulu leggjast lunnar undir framtíð okkara og fyri okkara eftirkomarar. Tí hvílir stór [...] Hvussu vit tá skulu bera okkum at í sambandi við at seta oljufeløgum krøv og treytir og annars hvussu okkara samfelag skal fáa ógóðan av einum útviklingi, er nakað, ið vit koma at áseta í øðrum fylgilógum og [...] ein kanska kundi ynskt og vónað, tí málið hevur verið so væl lýst longu. Men tað er uppgávan hjá okkara politikarum at geva hesum stórmáli eina professionella, seriøsa og sakliga viðgerð. Heldur venda
tykkara fylki. TAÐ er altíð hugaligt at fáa frægar gestir á vitjan. Men einki er sum at bjóða nøkrum av okkara bestu og næstu grannum hjartaliga vælkomnum. Hetta skulu tit vita, at grønlendingar eru altíð vælkomnir [...] vit so nógv til felags. Vit hava nógv at geva hvør øðrum og vit hava nógv at læra hvør av øðrum. Okkara lutur sum smátjóðir, ið vilja verja mál, mentan og sereyðkenni fyri ikki at tosa um náttúruna og [...] livihátti. Væl skulu vit samskifta við umheimin, men latið okkum eisini hjúkla um tað, sum veruliga er okkara. Hjartaliga vælkomin til Føroya.