SIGURÐ Poulsen ger greitt, at vit umsita ikki okkara fiskatilfeingi nóg væl. Í samrøðuni vísir hann á, at vit bera okkum skeivt at á fleiri mótum.
FYRI tað fyrsta løgdu vit aftur alla orku í at tráðroyna toskastovnin so skjótt tað aftur fór at bragda, ístaðin fyri at lurta eftir fiskifrøðingunum.
FYRI tað annað selja vit eina hálvlidna vøru til heilsølur at góðska og selja víðari til brúkaran. Landsbankastjórin heldur tí, at fremmandir ? virki og sølur ? fáa millum 10 og 50 prosent av tí, útlendski brúkarin rinda fyri føroyskan fisk.
GREIÐ tala, sum stendur meitlað í grót í andsøgn til tað, sum summir ? fiskimenn og politikarar ? hava ført fram, at fiskurin má fiskast, tá hann er á grunnunum. Longu nú er toskafiskiskapurin minkaður, og Sigurð Poulsen vísir á, at hvørvur toskafiskiskapurin aftur, fær tað álvarsligar avleiðingar.
VIÐMERKINGIN hjá Sigurði Poulsen er eitt greitt varskó til okkara myndugleikar og landsstýri, sum hevur latið staðið til, meðan ein stórur partur av okkara fiski er farin óvirkaður av landinum. Samstundis sum virki hava staðið tóm ella hálvtóm hava hundraðtals flakafólk verið arbeiðsleys og fingið stuðul úr ALS ella umvegis forsorgarhjálpina.
VIT halda ikki, at hetta er skilagóður vinnu- og búskaparpolitikkur, men hetta er fríur marknaðarbúskapur, sum flest allir føroyingar hálova.
Í 20 ár hevur Sosialurin verið fremsti talsmaður fyri at góðska okkara tilfeingi meira, tí vit halda, at tað kann ikki vera rætt, at týskara, bretar ella danir skulu virka okkara fisk, so hann er klárur at leggja á pannuna, koyra í grýtuna ella í mikrobylgjuovnin. Nógv hava andøvt ? m.a. teir fremstu innan vinnu, sølu og fígging ? men nú hava vit so fingið ein afturat í okkara part. Og tað fegnast vit og flakafólkini um.