ALLUR fríggjadagurin er avsettur til 1. viðgerð av uppskotinum til eina føroyska kolvetnislóggávu.
GRUNDARLAGIÐ undir uppskotinum er tann frágreiðingin, sum Oljuráðleggingarnevndin hevur arbeitt við nú í nøkur ár, og sum varð almannakunngjørd á ólavsøku. Síðani tá hevur verið ein almenn hoyring um frágreiðingina, umframt at eitt seminar hevur verið hildið fyri politikarunum. Eisini hevur verið nakað av orðaskifti, tó at hetta ikki hevur verið nógv.
EINGIN ivi er um, at oljulóggávan fer at hava stóran týdning fyri framtíðina hjá hesum landi og tess fólki. Sum so verður hon karmurin kring tað arbeiði og virksemi, sum verður á føroyskum øki mong ár fram í tíðina. Hon setir út í kortið ein heildarpolitikk á hesum økinum. Hvussu vit tá skulu bera okkum at í sambandi við at seta oljufeløgum krøv og treytir og annars hvussu okkara samfelag skal fáa ógóðan av einum útviklingi, er nakað, ið vit koma at áseta í øðrum fylgilógum og reglugerðum. Kortini er oljulóggávan sum karmur av ómetaliga stórum týdningi, tí her verða tey grundleggjandi politisku sjónarmiðini løgd einaferð med alla - treyðugt so - allar lógir kunnu endurskoðast, tá umstøðurnar broytast.
NÚ er ikki vist, at vit fara at fáa eitt so drúgvt og hart orðaskifti, sum ein kanska kundi ynskt og vónað, tí málið hevur verið so væl lýst longu. Men tað er uppgávan hjá okkara politikarum at geva hesum stórmáli eina professionella, seriøsa og sakliga viðgerð. Heldur venda teim ymsum pørtunum í lógini einaferð ov nógv enn einaferð ov lítið. Hetta er einª so stór avbjóðing fyri okkara lítla samfelag, at vit mugu brúka ta tíð, sum er neyðug. Men harfyri er ikki sagt, at nøkur orsøk er til at dríggja málið óneyðugt. Tí oljufeløgini, sum vit fegin síggja brúka pengar til at leita á føroyskum øki, hava eisini sínar arbeiðsætlanir at ganga eftir. Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at lóggávan fór at verða samtykt í 1997 ella fyrst í 98 - og at eitt útbjóðingarumfar, sum er tað, ið oljufeløgini spent bíða eftir, skuldi verða lýst leyst í fyrru helvt av 98.
TÁ málið hevur fingið 1. viðgerð fer tað so í nevnd, har tað skal viðgerast í smálutum í ein mánað. Tað er at vóna, at bæði 1. viðgerð og komandi nevndarviðgerðin fara at bera í sær, at vit fáa eina góða lóggávu, sum kann vera við til at tryggja ein rættan og góðan útvikling. Eftir okkara tykki hava føroyskir oljumyndugleikar higartil gjørt eitt stórt og gott arbeiði, men harfyri er ikki sagt, at tað ikki eru viðurskifti, sum eiga at viðgerast øðrvísi enn skotið upp. Tað er hetta tann politiska viðgerðin er til fyri.
OLJUMÁLIÐ er so stórt og kann fáa so stóra ávirkan á okkara samfelag, at tað hevði verið gott, um politikararnir - uttan mun til flokslit - viðgjørdu tað sum eitt tvørpolitiskt mál - við tí endamáli at koma til eitt úrslit, sum øll taka undir við og stuðla. Tess meira spjaddir og ósamdir vit standa innanhýsis, tess veikari koma vit at standa mótvegis umheiminum og teimum áhugamálum, sum stóru altjóða oljufeløgini umboða. Tað er greitt, at vilja vit hava nakað burtur úr hesi vinnu, so mugu vit eisini síggja til at skapa umstøður, sum vilja tiltrekkja oljufeløgini at gera íløgur her heldur enn aðrastaðni í verðini. Nettup tí at talan er um eina javnvág er tað so týdningarmikið, at okkara politikarar kunna seg væl við allar tættir í málinum og virka út frá hesum. Her skulu leggjast lunnar undir framtíð okkara og fyri okkara eftirkomarar. Tí hvílir stór ábyrgd á okkum. Men einsamallir gera vit einki, og tí er umráðandi at bera seg rætt at.