Landsstýrið arbeiðir í tí dulda!

? Fjala løgtingsmenninir í Vágum eina lygn?

AT arbeiðið í landsstýrinum fer fram aftan fyri stongdar dyr er heilt natúrligt, tí helst skal innihaldið í summum týðandi avgerðum ikki rópast út um geilar. Tað kann t.d. vera marknaspurningurin, persónlig viðurskifti ella hernaðarmálið. Men haðani til tann dulda mátan, løgmaður arbeiðir, er eitt langt lop.


HERFYRI bórust tíðindini, at Árni Olafson hevur lagt frá sær í oljuráðleggingarnevndini. Men hevur hann lagt frá sær, ella hevur løgmaður skift hann út, tí løgmaður er ikki nøgdur við avrik hansara.


ÁRNI Olafson er helst okkara mest royndi maður á hesum øki, og tí undrast bæði politikarar og almenningurin. Summi eru ikki sørt ørg inn á hendingina, og minsta kravið er at fáa eina grundgeving frá løgmanni, hví Árni Olafson er skiftur út!


VERÐUR tað næsta, at okkara mest royndi maður í uttanríkistænastuni eisini verður koyrdur frá í nevndini, sum samráðist við bretar um undirgrundarmarkið?


HETTA hendir beint eftir at løgmaður hevur koyrt ein landsstýrismann frá. Eitt stuttorðað tíðindaskriv kom, men eingin grundgeving. Fjølmiðlarnir máttu fáa grundgevingarnar frá tí frákoyrda landsstýrismanninum. Ikki fyrrenn tveir dagar dagar aftaná var løgmaður at hitta! Ikki fyrrenn tá hevði hann stundir at upplýsa almenningin um grundgevingina.


MEN í kjalarvørrinum á málinum um fast samband um Vestmannasund tekur politisk ósemja seg upp í samgonguni. Umboðini fyri Vágar svørja dýran, at heldur arbeiðið ikki fram, stuðla teir ikki samgonguna, men løgmaður svarar aftur, at her skal einki gerast. Hvat hendir í samgonguni verður dult sum mansmorð. Tingmenninir ? eisini tann bersøgni og opinskáraði ? siga nú, at teir eru nøgdir við eina semju um at arbeiðið heldur fram! Men samstundis sigur formaðurin í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum, at eingin avtala er gjørd!!!


HETTA eru nakrir frálíkir stavnar, sum stýra Føroya landi. Ein sigur einki, ein annar sigur eitt og ein triði sigur okkurt annað! Spurningurin er, um vágatingmenninir ikki bara látast sum um ein semja er gjørd fyri at bjarga skinni sínum, meðan sannleikin er, at einki er avtalað ? og at teir fjala eina lygn. ? Hvussu leingi góðtaka føroyingar, at slíkir menn manna landsstýrið og samgonguna?