viks, mettu andstøðutingfólkini ikki, at samgongan veruliga var áhuga í at hoyra hvat tey høvdu at siga. Tískil valdu tey at fara av fundinum. [...] . Les eisini: Tingfundur niðurlagdur: Ov fá til staðar Orsøkin til mótmæli frá andstøðuni var, at tey mettu ikki at málið um persóns-, húsfólk-, og arvarætt, var búgvið at atkvøða fyri í løtuni. Teir fýra
tá fara at koyra oman fyri 90, sigur Ferðslutrygd. Tey halda, at tað eisini er hugsandi, at ferðmunurin millum tey løttu ella skjótu akførini og tey tungu ella seinu fer at økjast, um hámarksferðin verður
hýsu, longu og brosmu. Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Lagt verður aftrat, at trý frystilínuskip eisini fiska í íslendskum sjógvi, men óvist er, nær tey landa. - Trý línuskip eru undir [...] við útróðri nú um vikuskifti - og so kanska aftur seinni í næstu viku. Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at teir, sum fiska við línu, fáa nakað av hýsu, men teir, sum í løtuni fiska við snellu, fáa næstan
amboðini, sum krevjast, um hesi ungu kriminellu fólkini skulu koma fyri seg. At døma tey til pedagogiska viðgerð, tá ið tey í veruleikanum hava tørv á nógv meira, gevur ikki meining. Tað halda leiðararnir [...] Almannaverkinum inni í stásiligum kontóri hendan mánamorgun, til reiðar at greiða frá trupulleikunum, sum tey hava við summum ungum fólkum í høvuðsstaðnum. Høvið er, at fyri kortum varð ein maður stungin fleiri
framvegis fólk og tað er á sjúkrahúsinum. - Vit eru flutt niður í kjallaran og øll hava tað gott, skriva tey á Facebook og tá vit fyri løtu síðani tosaðu við starvsfólk á sjúkrahúsinum varð greitt frá, at sjúklingar [...] íbúgvar á ellisheiminum og starvsfólkini eru flutt niður í kjallaran. Stóri vandin fyri fólk er, at tey skulu anda ammoniak niður í seg. Tá vit spurdu, um kjallarin er tryggur, varð svarið: - Vit hava fingið [...] at vita, at hetta skuldi verið trygt nokk, sum støðan er nú. Annars stendur personalið standby og tey, sum hava verið á bráðfeingisvakt eru eisini biðin um at koma til arbeiðis. Enn er ikki støða tikin
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at tvey ísfiskalínuskip, sum hava fiskað í íslendskum sjógvi, koma heim at landa í vikuni sum kemur. Skipini hava eina blanding av toski, hýsu, brosmu og longu. Eitt triðja [...] byrjaðir túr og koma neyvan inn at landa í næstu viku. Fýra línuskip eru til fiskiskap undir Føroyum, og tey koma helst inn at landa síðst í næstu viku, tá streymurin verður harðastur. Skipini undir Føroyum fáa [...] íslendskum sjógvi. Restin av línuskipunum liggja við bryggju. Um útlitini til útróður í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag, at streymurin verður harður, og veðrið verður ikki av tí besta
Tey, sum fáa sær hutapumpur at hita hús og vatn við, skulu nú verjast betur. Landsstýrið fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at tey, sum fáast við at seta hitapumpur upp heima hjá fólki, skulu lúka [...] Væntandi verða hitapumpur ein týðandi partur av tí og tí er neyðugt at seta krøv til hitapumpurnar, og tey, sum seta tær upp, fyri at tryggja eitt gott úrslit, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í við
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fleiri skip koma inn at landa í næstu viku. Eitt skip kemur at Flemish Kap við toski og tvey - ella møguliga trý - koma undan Føroyum við toski, hýsu, longu og brosmu [...] kemur at hava nakað av svartkalva og blálongu. Um frystilínuskipini, sum eru yvir á Flemish Kap, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at hesi í vikuni, sum kemur, fara at landa í St. Pierre í Ný Foundlandi [...] sær út til at fara at roynast. - Vit vænta tí, at nakað verður av útróðrarfiski í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Tey, sum koyrandi eftir Fámjinsvegnum á miðdegi í dag, fingu sær ein lítlan hvøkk, tí ein hampiliga stórur steinur lá mitt á vegnum. Mett verður, at steinurin vigar útvið 100 kilo og hann kom á vegin beint [...] beint vestanfyri skarði. Ongin bilur var fyri, tá ið steinurin leyp. Men so heppin eru tey ikki altíð, tí fyri nøkrum árum síðani var ein bilur fyri, tá ið tað leyp á vegin og hann rakti í hjálmin á einum [...] tunnil á einar 700-800 metrar, ella sum Leynatunnilin, hevði loyst allar trupulleikarnar, og tí vóna tey, at hann kemur, eftir at politikarar hava tosað um hann í ein mansaldur.
Danmark hevur gjørt eina barr, har tey eldru kunnu hoyra tónleik frá gomlu døgunum og drekka ein sjuss. TV2 veit at siga, at einaferð um vikuna er barr á røktarheiminum, har tey eldru fáa høvi at hugna sær og [...] í, hvat teimum eldru dámar og gera nakað við tað. Hetta er eitt sosialt tiltak, sum passar væl til tey ungu menniskjuni, sum eru inni í teimum eldru, sigur Bente Thygesen, sum er leiðari á røktarheiminum