Røktarheim fær barr

Røktarheimið Vesterled í Vamdrup í Danmark hevur gjørt eina barr, har tey eldru kunnu hoyra tónleik frá gomlu døgunum og drekka ein sjuss.

TV2 veit at siga, at einaferð um vikuna er barr á røktarheiminum, har tey eldru fáa høvi at hugna sær og minnast gamlar dagar. Gamlir møblar og gamal tónleikur skulu fáa minnini fram og prátið í gongd millum fólkini.

- Vit royna at seta okkum inn í, hvat teimum eldru dámar og gera nakað við tað. Hetta er eitt sosialt tiltak, sum passar væl til tey ungu menniskjuni, sum eru inni í teimum eldru, sigur Bente Thygesen, sum er leiðari á røktarheiminum, við TV2.

Sjónvarpsrásin fekk eisini orðið á tann væl klædda Aage Kyed, sum hugnaði sær við einum Baileys. Um hálsin hevði hann eina snøgga butterfly.

- Hetta gevur tilveruni eitt sindur av liti, men mann skal ansa eftir við alkoholinum, tí tá ið mann verður eldri, tekur tað langa tíð at blíva edrúur aftur, sigur hann.